
Í morgun møttu tvey U11 dreingjalið hjá FC Suðuroy upp á Eiðinum í Vági til U11 kapping. Umframt FC Suðuroy, so skuldu FC Hoyvík, B36 og HB eisini verða við í hesum U11 umfarinum.
Tá samanumkom, so møtti bara FC Hoyvík til kappingin. B36 boðaði fríggjakvøldið frá, at tey ikki fóru at møta.
Rættleiðing: HB hevur boðað frá, at tey kundu ikki møta, tí teirra lið skulu til Danmarkar í kapping.
Spentu dreingirnar hjá FC Suðuroy, sum gleddu seg fótbóltsdystir í dag endaðu við at spæla ein dyst í part ímóti FC Hoyvík. Hinir dystirnir vóru av ongum.
Gamaní kunnu tað uppstanda støður, sum føra við sær, at lið ikki fáa møtt til kappingar kring landið. Oftan tykist tað verða sjálv ferðin til Suðuroyar, sum førir við sær avlýsingar.
Neyvan eru tað børnini sjálvi, sum velja at avlýsa, tann avgerðin liggur hjá felagnum, venjarum og foreldrum.
Orsøkin kann so ikki verða manglandi flutningur frá Smyrli til Vágs, tí Bygdaleiðir koyra av Krambatanga vestur á Eiðið og av Eiðinum aftur og á Krambatanga til Smyril.
Annars er tað vanligt hjá øllum ungdómsliðum í Suðuroynni viku um viku at ferðast norður til kappingar – til fótbólt, hondbólt, flogbólt, svimjing, borðtennis og so framvegis.
Hinvegin tyktist tað verða eitt stórt tak at koma suður til eina ella tvær kappingar í Suðuroynni um árið. Ábyrgdina av hesari støðuni eiga feløgini, venjarar og foreldur.
Facebook viðmerkingar