
Dagføring: orsaka av keðiligari veðurforsøgn, so hevur skipið avlýst at koma til Føroyar og er fari til Skotland.
—
Týsdagin 3. Juli kemur ferðamannaskipið Island Sky á Vág. Skipið kemur á Vág kl. 7 og liggur til eftir døgurða.
Tilsamans eru 97 ferðafólk við. Meginparturin er úr Stóra Bretlandi, annars úr Avstralia, USA, Noregi, Finnlandi og Írlandi. Umframt ferðafólkini telur manningin 79 fólk.
Facebook viðmerkingar