Næstan fýra ferðir so nógv akfør í Sandoyartunlinum

KVF: Talið hjá Sandoyartunlinum heldur fram at vaksa.

Í mai var miðaltalið 1157 akfør um samdøgrið.

Tað er næstan fýra ferðir so nógv, sum roknað var við, tá farið var undir tunnilin.

Í apríl var talið 1109.

Í hinum undirsjóvartunlunum var miðaltalið nøkur fá hundrað størri enn í apríl.

Tað var 6.687 í Eysturoyartunlinum, 4.700 í Norðoyatunlinum og miðaltalið var 3.429 í Vágatunlinum í mai.

Facebook viðmerkingar