
Vágs kommuna: Árstíðin við ferðafólkaskipum í Vági í ár er av. Í summar hava seks ferðafólkaskip vitja Vág og umborð hava yvir 1.700 fólk verið – ferðafólk og manning.
Seinastu trý árini hevur kommunan arbeitt miðvíst við at fáa ferðafólkaskip á Vág. Arbeiðið at byggja upp eina vinnu við ferðafólkaskipum tekur tíð – serliga orsaka av, at skipini ofta hava lagt sínar ferðir fleiri ár fram í tíð. Harumframt, so skal ein staður hava ymist áhugavert at bjóða ferðafólkunum, ið eru umborð á skipunum. Starvsfólk hjá kommununi hava lagt nógva orku í, at fáa skip at koma til Vágs, og somuleiðis er nógv orka løgd í fyrireikingararbeiði uppundir komurnar, soleiðis at íbúgvarnir, vinnulívið og ferðafólkini hava fingið nakrar góðar dagar í Vági.
Tað er umráðandi fyri okum, at ferðafólkini fáa eina góða og veruliga uppliving, tá tey vitja Vág. Somuleiðis er tað umráðandi, at tey sum búgva í Vági og tey sum reka forretning fáa væl burturúr vitjanunum. Sigur Magnus Pauli West, trivnaðarleiðari.
Í 2023 kom eitt ferðafólkaskip á Vág, tað gjørdi tað somuleiðis í 2024. Í ár høvdu sjey skip boðað frá, at tey komu á Vág, men eitt gav avboð fyrst í juni, orsaka av ringum veðri. Fyrsta skipið kom í mai og í juni komu trý skip – øll í somu viku, og í julimánað komu tvey skip. Síðsta skipið, Seabourn Venture, fór avstað í gjár, 9. juli, klokkan 14.00.
Vágs Havn hevur fingið eina framúr byrjan í cruisevinnuni, og vónandi fer góða gongdin at halda fram. Skipini og ferðafólkini fáa góða móttøku her í Vági, og okra lítla cruisetoymi í Miðlatúni stendur seg væl, og er við at lyfta tænastuna í Vági. Sigur Marin H. Gårdlykke, forkvinna í Havna- og vinnunevndini.
Hesi seks skipini hava havt 897 ferðafólk og manningin hevur talt 850. So samanlagt hava 1.747 verið umborð á skipunum.
Í samband við, tá ferðafólkaskipið Ocean Endeavour vitjaði, varð ein stuttfilmur framleiddur. Stuttfilmurin vísir, hvussu vitjanir verða fyriskipaðar av Miðlatúni og Vágs Havn, har atlit verður tikið til lokalasamfelagið og upplivingina hjá ferðafólkinum. Filmurin sæst her.
Facebook viðmerkingar