Dennis Holm, løgtingslimur, flutti fram røðu á Fólkafundinum í Lítla Dímun

Í góðveðrinum í dag hevur fólkafundur verið í Lítla Dímun. Dennis Holm, løgtingslimur, flutti fram røðu. Á skránni varð eisini felagssangur og Hjalmar Magnussen spældi eisini nakrir sangir. Róin Scrrøter, formaður í felagnum Lítla Dímun, greiddi eisini frá um Lítla Dímun.

Røðan hjá Dennis Holm kann lesast her.

RØÐAÐ TIL FÓLKAFUNDIN Í LÍTLA DÍMUN 12. JULI 2025

Góðu tykur øll – áhoyrarar, fyriskiparar – gott fundarfólk,

Okur eru savnaði her í dag, mitt í Norðuratlantshavi – í okkara egna landi – men á einum av teimum mest sermerktu støðunum í øllum Føroyum – á Lítla Dímun.

Okur, sum alt lívið trúfast hava siglt framvið Lítla Dímun – oftast norður á morgni og suður um kvøld – vanliga eystanfyri, men hendingaferðir millum Dímunar báðar og vestanfyri Lítlu Dímun – hava helst eitt annarleiðis tilknýtið enn tey flestu til hesa vøkru oyggj.

Í mínum fyrstu barnaárum minnist eg Lítla Dímun sum ein gátufør oyggj – eitt loyndarfult stað, sum tóktist flóta einsamalt í sjónum – og hugsaði eg mangan um hvørji loyndarmál fjaldu seg, frá helluni, upp gjøgnum bakkan og ikki minst uppi á oynni.

Seinni – í ungdómsárunum – so var tað ikki heilt frítt, at man summar dagar sá fyri sær hvussu leikur fór, tá teir í Brestiskvæði fóru í Lítla Dímun hin “bjargaseyð at fanga” – og ikki minst gjørdist man við árunum meiri og meiri varugur við stórslignu náttúruna í Lítla Dímun.

Og Lítla Dímun er ein perla – ein gimsteinur í sjónum – sum kann sigast verða ein nærum órørdur náttúrligur minnisvarði yvir eina tíð, tá fólk her á landi livdi í samljóði við náttúruna, við havið, við landslagið – við fisk, fugl, og við seyð og ikki minst við veður og vind.

Lítla Dímun er einast óbygda oyggj okkara – men hetta merkir tó ikki, at hon ikki hevur verið røkt við ábyrgd – og er hóast hetta í stóran mun óspilt av mannahondum.

Her hava tykur í felagnum Lítla Dímun varðveitt siðaarvin – og ikki minst hava tykur nýhugsað oynna, soleiðis at okur – fólk í góðum felagsskapi – kunnu njóta løturnar í hesari bergtakandi náttúruni – á óframkomiligum stað í miðjum havi.

Stórt rós og takk eiga tykur fyri tað.

***

Fyri nógv okkara er hendan løtan í dag ein ein heilt sjáldsom løta – nú okur fyrstu ferð traðka fót á Lítla Dímun.

Men hetta er eisini ein løta, har samleiki okkara verður settur í annað sjónarhorn – eitt sjónarhorn har náttúra og menniskja – og søga og framtíð møtast.

Í eina løtu verða okur mint á, at okkara land fyri nøkrum fáum ártíggjum síðani var eitt oyggjaland við øllum teimum veruleikum, sum oyggjalond vanliga liva við og undir. Firðir og sund skiltu oyggjarnar – og sambandið millum oyggjar var sjóvegis við øllum teimum avbjóðingum, sum tað førdi við sær.

Og fara okur eitt sindur longur aftur í tíðina, so var gerandisdagurin jú ein heilt annar. Siglt varð bay av bay – frá einum fjørði til annan – summastaðni varð lagt at, aðrastaðni varð steðga á útfyri bygdina og fólk, fæ og farmur komu út við smábátum, sum tíðugt fóru fullfermdir innaftur – áðrenn hildið varð áfram – oftast til heimsins nalva, til Havnar.

Tá fór tað mesta av einum degi við at koma úr útjaðaranum til miðstaðin – ein veruleiki, sum okkara ungdómur í dag man hava trupult við at ímynda sær. Ein farin tíð – fyri tey flestu – sum tó er løtt at ímynda sær her úti í Lítla Dímun í dag.

***

Eins og felagsskapurin kring Lítla Dímun hevur arbeitt við nýhugsan í oynni – so hevur føroyska samfelagið í nógv nógv ár verið i einari rúkandi menning. Okur hava jú eina rúgvu av fólki við førleikum, áræði og dreymum um eina framtíð fyri okkara land – sum ár um ár skal gerst eitt enn betri stað at búgva í.

Ein partur av hesum dreymum hava handlað um at knýta landið saman við vegum, tunlum, byrgingum og brúm – og tey seinastu 25 árini hevur verið arbeitt miðvíst við at knýta oyggjarnar saman við undirsjóvartunlum.

Alt grundað á eina hugmynd um at tað skal verða so lætt og ómakaleyst hjá fólki sum gjørligt at búgva, virka – liva og ferðast í okkara vakra landi – í bygd og bý, og á so nógvum oyggjum sum tilber.

Í meiri enn 100 ár – síðani 1917 – er samferðslan millum oyggjarnar skipa á samhaldsføstum grundarlagi. -Okur hava øll verið partur av at byggja samfelagið út, og tryggja gott samband millum oyggjarnar. -Og tá Landsverkfrøðingurin varð stovnaður í 1948 var tað eisini á samhaldsføstum grundarlag, at farið varð undir at gera vegir um dalar og fjøll, til bygd og bý – tí tað hevur jú so stóran týdning, at samfelagið alt er knýtt saman – tí tað er í felagsskapi, at okur veruliga hava styrki – og tað er í felagsskapi, at okur hava ment okkara samfelag til at verða eitt tað mest framkomna í Heiminum.

Tað verður eisini í felagsskapi, at okur nakað norðanfyri her eini 150 m. undir Smyrli, tá hann fer vestanfyri ein illveðursdag, innan stutta tíð fara at bora tunnil til Suðuroyar – soleiðis at 99% av Føroyafólki verða bundin saman í eitt og sama veganet.

Tí tað er jú í sterkum felagsskapi, at alt okkara samfelag er ment, frá útbygging av infrakervinum – til allar aðrar tænastur okur bjóða borgum í landinum frá vøggu til grøv. Og tað verður eisini felagsskapurin Føroyar, sum framhaldandi fer at menna okkara vakra land.

***

Og neyvan er tað nakað vakrari stað á jørð – tað verið seg á einum gráum vátum heystardegi – á hávetursdegi við kavaklæddum fjøllum ella við glæðustroki eftir fjørðinum – ella várdagar, tá tjøldrini leita heim og alt spakuliga fer at grønkast – ella ein summardag sum í dag.

Hetta er eisini ein vælsignað tíð. Ein lívsjáttandi tíð, har nógvir av okkara ungdómum við stoltleika leggja skúlatíðina aftur um seg.
Fyrstu studentarnir fingu húgvuna fyri 3 vikum síðani – og hava studentar síðani ríkað um í bygd og bý – hátíðarhildið at eitt skúlaskeið er endað og takka hvørjum øðrum fyri løturnar á miðnámskúlum kring landið.

Hjá teimum flestu verða nú næstu fetini á lívsleiðini tikin.
Útbúgvingartilboðini í Føroyum eru vorðin nógv fleiri og meiri fjøltáttaði enn tey vóru, tá eg fór undir útbúgving – og í so máta er kappingarstøðan hjá Føroyum betri í dag enn nakrantíð, tá tað kemur til útbúgvingar.

Men nógv velja framvegis at fara av landinum at nema sær útbúgving. Velja at leita upplivingar í øðrum landi – velja at leita út fyri at knýta sambond við nýggj fólk, læra um nýggj fakøkir og og uppliva nýggjar býir.

Og hóast tað er kensluborið og sorgblítt, so eru okur stolt um at okkara ungu – eins og tá pisan, í náðileysari tiltrúgv til egnan mátt og megi, kastar seg av rókini og finnur flog – eisini leita út í stóru verð at vinna sær førleikar og lívsroyndir – og okur heima vóna, at tey fara við einum dreymi um at venda heimaftur til Føroyar.

Har hava okur í løtuni nakrar avbjóðingar – tí ov fá venda aftur eftir lokna útbúgving – og eru hetta avbjóðingar, sum okur mugu loysa í góðum felagsskapi.

Og har eiga okur eisini at spyrja okkum sjálvi og ikki minst tey: Hvat skulu Føroyar vera fyri at tey skulu venda heimaftur – og hvussu skapa okur eitt samfelag, sum tey vilja venda aftur til, fyri at taka lut í framhaldandi menningini av heimsins besta stað?

***

Eins og so nógv onnur, so fór eg av landinum í útbúgvingarørindum. Eg hevði frá byrjan ein sterkan dreym um, at venda heimaftur og búseta meg í Føroyum – og helst í heimbygdini.

Sum hjá so nógvum øðrum, so var tað familjan, vinir og kenningar – fólki, sum her býr, og tað samanhald, sum er millum fólk, sum dró meg aftur. Náttúran, vakra land okkara – oyggjarnar ikki minst, høvdu eisini stóra atdráttarmegi.

Hvørji jól og hvørt summar var eg heima í jóla- og summarfrí – og hesa tíðina gjørdist alskurin til Lítla Dímun enn sterkari. Tá Smyril spakuliga gleið framvið Lítla Dímun á veg suður, tá var eg næstan heima – og kenslan var góð, fløvandi og rørandi.

Kenslan var eins sterk, tá eg fór avstað aftur og Lítla Dímun – vanliga í bakborðssíðu fór afturvið borðinum – og eg byrjaði so smátt at telja dagarnar, til næstu ferðina suðureftir.

Og tá summarið kom – og eg um miðjan juni fór framvið Lítla Dímun á veg suður, so gjørdist tað næstan ein vani at murra innantanna seinasta ørindi í sanginum “Langan í útlegd” hjá Hargaskaldinum Poul F. Joensen – eitt ørindi, sum eisini varð við á leiðini, tá eg flutti heimaftur eftir 5½ ár í útlegd:

Nú skal stevnast heim til ætt og fornar vinir
festa aftur fót á gomlu Føroya jørð
Hoyra kvæði ljóða, miklar boðar bróta,
hoyra fuglagleim í sól um Beinisvørð.
Eg vil ofra Føroyum síðsta mátt og megi,
mál og mentan menna til eg skal í mold,
her sum rótin rann við barm tín vil eg hvíla,
Føroyar, føðilandi, fagrasta á fold.

Takk fyri tykur lýddu á og takk til felagið Líla Dímun fyri møguleikan.

Facebook viðmerkingar