
Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í uttanríkis- og vinnumálum, hitti seinnapartin í gjár forsetan í Ukraina, Volodymyr Zelenskyy, í Kyiv.
Á fundinum hevði landsstýriskvinnan høvi at greiða frá, at landsstýrið fer at fáa til vega játtan at lata Ukraina føroyskt framleiddar skjóttgangandi bátar og somuleiðis, at landsstýrið er sinnað at finna onnur samstarvsøki, har Føroyar kunnu hjálpa Ukraina við at verja seg móti støðugum álopum.
Stríðið hjá Ukraina fyri rættinum at vera til er avgerandi fyri trygdina og støðufestið í Evropa. Tí fara vit í Føroyum enn meira miðvíst at raðfesta stuðul til Ukraina. Eftir at hava hitt umboð fyri stjórnina, vitjað vinnufyritøkur og heilsað upp ukrainskar hermenn, eri eg sannførd um, at føroysk fígging og førleikar hjá føroyskum fyritøkum kunnu gera veruligan mun, sigur Sirið Stenberg.
Undir vitjanini varð eisini steðgað á Frælsistorginum, har Sirið Stenberg vegna landsstýrið legði eitt silkiband í føroysku flagglitunum til minnis um tey falnu í krígnum.


Facebook viðmerkingar