NÁTTÚRUBINGO – Kom út í náttúruna í summar!

Summarið er besta tíðin at fara út og uppliva náttúruna kring okkum – og náttúrubingo er eitt stuttligt spæl, sum ger túrin í haga, við ánna, í fjøru ella í býnum til eina spennandi skattaveiðu fyri bæði børn og vaksin.

Tá tú brúkar náttúrubingo, lærir tú teg at varnast smálutirnar, sum vit ofta ikki leggja merki til. Kanska sært tú eitt serligt plantuslag, eitt smákykt ella okkurt annað, sum kann vekja forvitni, og leiða til fleiri spurningar, so sum, Hvussu eitur hetta slagið? Hvar trívist tað? Hvussu sær tað út um heysti?

Eitt nú kanst tú brúka bókina Føroysk Flora, ið lýsir føroyskar plantur, til at læra meira um tær planturnar, tú sært og finnur. Tey yngru kunnu fáa eina kenslu av undran og virðing fyri lívinum í náttúruni – og tey vaksnu kunnu kanska finna eina nýggja gleði við at uppliva og læra okkurt nýtt.

Tak náttúrubingo við á túrin – og lat forvitnið leiða teg! Tað snýr seg ikki um at vinna, men at síggja, spyrja, undrast og vera til staðar – har tú ert!

Tú kanst prenta bingoplátuna heima við at taka hana niður her: https://www.fnu.fo/single-post/n%C3%A1tt%C3%BArubingo-kom-%C3%BAt-%C3%AD-n%C3%A1tt%C3%BAruna-%C3%AD-summar

Facebook viðmerkingar