
Suðuroyar Svimjifelag skrivar heilsan á Facebook-vanganum til svimjarar og venjarar úr Susvim, sum øll kom aftur av Oyggjaleikum við heiðursmerkjum.
Myndin er tikin uttanfyri svimjihøllina í Kirkwall.
Jón Hofgaard, Bjarta Í Lágabø og Alisa Vestergård koma øll heim aftur við heiðursmerkjum. Alisa fekk silvur í 200 frí, bronsu í 100 frí og bronsu í 50 frí. Harumframt vóru tey øll við í stafettum, ið vunnu heiðursmerki og settu føroysk landsliðsmet Venjarin Róland Toftum hevur verið við til at fáa hesi fram til teirra ótrúliga flottu úrslit. Hann hevur verið ein fyrimynd fyri øll í SuSvim og Føroyum, við sínum vilja og áræði, skrivar Susvim á facebook vanganum.
Facebook viðmerkingar