
Mynd: Maria Luiza S. Jacobsen
Í hesum døgum er eitt filmslið frá felagnum Artlink í Føroyum, sum skal gera upptøkur av føroyska bátinum í samband við sendirøðina “Endangered Crafts Series”.
Ein partur av upptøkunum verða gjørdar av gomlu grindabátunum, sum fara á Vágsfjørð sunnudagin 20. juli.
Grindabátafelagið boðar frá, at manningar møta á Garðabrúgv kl. 15 og skulu helst verða í myrkamorreyðari troyggju.
Facebook viðmerkingar