Lærlingur til TAKS á Tvøroyri

Hevur tú hug at sleppa í læru hjá einum av Føroya fremstu stovnum? TAKS á Tvøroyri bjóðar tær eitt spennandi lærupláss við byrjan 1. oktober 2025.

Vit vænta, at tú:

  • ert ágrýtin og álítandi
  • hevur miðnámsskúlaprógv
  • dugir føroyskt, danskt og enskt

Vit bjóða tær:

  • tryggar og góðar arbeiðsumstøður 
  • dugandi og hjálpsamar starvsfelagar
  • praktiska upplæring í tænastu, samskifti og umsiting

Læruviðurskifti:

  •  lærutíðin er 2 ár, um tú hevur búskaparbreyt – annars 2 ár og 5 vikur
  • skúlagongdin er 14 vikur og fer fram í Danmark
  • arbeiðsstaðurin er TAKS á Tvøroyri, men ein part av lærutíðini fert tú eisini at arbeiða á øðrum deildum hjá TAKS kring landið

Løn og setanartreytir eru sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Starvsfelagið. Setanarøkið er TAKS, men fevnir eisini um Fíggjarmálaráðið og stovnar undir tí.

Umsóknarfreistin er 26. august 2025
Fyll út umsóknarskema okkara og send umsóknina av stað.

Hevur tú spurningar, ert tú vælkomin at ringja ella skriva til Lilian Kjærbo, deildarleiðara, á 35 26 00 ella á lk@taks.fo.

Facebook viðmerkingar