Landsinnsavningin hjá Reyða Krossi 2025

Hurð-til-hurð innsavning

Í vikuni 6.-13. september 2025 skipar Reyði Krossur fyri Landsinnsavning. Hesa vikuna ganga vit frá hurð til hurð við bússum og savna pening inn til hjálpararbeiðið hjá felagsskapinum.

Landsinnsavningin ger tað møguligt hjá Reyða Krossi at hjálpa har neyðin er størst – bæði í Føroyum og kring heimin.

Vilt tú vera við til at gera mun?

Tað tekur bert 2 tímar at ganga hús úr húsi og tú velur sjálv/ur nær í hesum tíðarskeiðnum 6.-13. september, tú vilt savna inn.

Tekna teg sum innsavnari

Vinn gávukort

Øll, ið ganga við bússu eru við í lutakasti um 4 gávukort frá Atlantic Airways áljóðandi 2.000 krónur.

Stuðla

Tú kanst stuðla Landsinnsavningini 2025 við at lata okkum peningagávu á konto:

  • Føroya banki: 6460 4946954
  • Betri banki: 9181 4950013
  • Norðoyar Sparikassi: 9865 1003776
  • Suðuroyar Sparikassi: 9870 4051387

Eisini ber til at stuðla innsavningini við at ringja á 90 56 56 og harvið stuðla við 200 krónum.

Facebook viðmerkingar