Nóa til royndarvenjing hjá Viking Stavanger

Nóa Kristin Mortensen hjá FC Suðuroy er í hesum døgum í Stavanger, har hann skal royndarvenja við akademiinum hjá Viking Stavanger.

15-ára gamli Nóa spælt átta U-landsdystir á U15, U16 og U17-landsliðunum, og hevur eisini spælt seks dystir á næstbesta liðnum hjá FC Suðuroy.

Nú Nóa royndarvenur í Stavanger, skal hann venja við á akademiinum hjá Viking Stavanger og skal eisini spæla við venjingardysti.

Viking Stavanger liggur í løtuni á 2. plássi í Eliteseriuni og vann um vikuskifti á Rosenborg. Felagið hevur vunnið 14 stór steyp í vaksnamannafótbólti hjá monnum – seinast var talan um steypakappingina (NM Cup) 2019.

Facebook viðmerkingar