Suðringar í fjórðingsfinaluni í Løgmanssteypinum

Sudringar.fo: Við einum uppibornum 2-1 sigri á KÍ hava Suðringar í dag vunnið seg til fjórðingsfinaluna í Løgmanssteypinum.

Dysturin byrjaði annars sera javnt. Bæði liðini løgdu varliga út og ongir serligir málmøguleikar vóru fyrstu 10 minuttirnar.

Men í 12. minutti fekk KÍ horna. Og aftarliga í brotsteiginum gerst Páll Klettskarð leysur og hæddaði bóltin í málið til 1-0. Suðringar royndu at stríða seg inn í dystin aftur, men KÍ var omaná hesa løtuna.

Men so hvørt sum hálvleikur leið, so komu vit meiri og meiri við í dystinum og komu eisini fram til fleiri støður, sum vóru vandamiklar. Tá 38 minuttir vóru farnir kom so endaliga hol á. Suðringar fingu horna í vinstru síðu og bólturin verður lagdur innfyri og har er Salmundur Bech hægstur og hæddar bóltin í málið til 1-1.

Eftir hálvleikin royndu Suðringar at stríða seg til enn fleiri málmøguleikar, men í stóran mun var fyrsta løtan av seinna hálvleiki eitt stríð millum báðar brotsteigarnar, har hvørki av liðunum megnaði at koma vandamiklar støður.

Tá smáir 20 minuttir vóru farnir av seinna hálvleiki fingu Suðringar fríspark og bólturin endar hjá einum leysum Salmundi Bech inni í brotsteiginum, sum skorar til 2-1.

KÍ royndi eftir hetta at stríða seg innaftur í dystin. Við útskiftingum vóru fleiri framatrættaðir menn settir á vøllin, men hóast KÍ hevði onkrar hálvar málmøguleikar, so spurdist onki burturúr.

Suðringar vunnu uppiborið 2-1 og eru víðari til fjórðingsfinaluna, sum verður spæld 10. mai.

Rani Johansen debut
Á Suðringaliðnum vóru nøkur nýggj andlit í dag, tá dómarin bríkslaði dystin í gongd. Á høgra bakki var Rani Johansen komin inn fyri Eirikur Magnussarson, sum hevði leikbann eftir 2 gul kort ímóti HB. Rani spældi ein góðan dyst og vísti sínar dygdir sum ein skjótur og evnaríkur leikari.

Í verjuni vóru annars í dag, umframt Rana á høgar bakki, Dennis Nielsen og Teitur Olsen í miðverjuni, og Heri Kjærbo í vinstru síðu.

Á miðvøllunum Dánjal Godtfred, Villy Wøldike, Stefan Radosavljevic, og Ibrahim Arifovic. Og í álopinum Búi Egilsson og Salmundur Bech.

Í málinum var Milos Budaković.

Av bonkinum komu Teitur K. Mortensen og Ari K. Poulsen inn í staðin fyri Villy Wøldike og Búa Egilsson.

Sterkt liðavrik
Dysturin í dag var eitt sterkt lið avrik, har okkara menn stríddist mannliga allar 90 minuttirnar + yvirtíð á tamb. Við einari kombinatión av góðum fótbóltsspælið og meiri beinleiðis spælið – og einum stórum arbeiðsinnsatsi, kom sigurin eisini í hús.

Áskoðarafjøldin bakkaði eisini væl upp við rópunum “Suðringar, Suðringar, Suðringar”. Vónandi verður hetta gerandiskostur restina av heimadystunum í ár.

Myndina tók Bjartur Vest

Facebook viðmerkingar