Avloysarastarv á skrivstovuni hjá kommunulæknanum í Vági

Søkt verður eftir avloysara til skrivstovuna hjá kommunulæknanum í Vági – viðtala 1 at byrja skjótast tilber. Starvið er tíðaravmarkað til 30. juni 2026.

Starvsinnihaldið er m.a.:

  • borgaramóttøka: vegleiða fólkum við diskin, svarað telefon og teldupostar og geva tíðir til læknar.
  • journalisera og tað ið har í hoyrir.
  • skriva rutinu receptir eftir førimuni og halda kanningarrúmini rein.
  • reingerða og steriliserað amboð.
  • bíleggja vørur og skilja og senda post.
  • fyrifallandi skrivstovuarbeiði.

Førleikakrøv:

Tað er eitt krav, at tú hevur grundleggjandi telduførleikar, ert røkin og tænastusinnað/-ur, og at tú hevur hollan kunnleika til føroyskt, danskt og enskt. Tað ein fyrimunur – men ikki ein treyt – um, tú:

  • áður hevur arbeitt hjá kommunulækna.
  • hevur heilsufakligaútbúgving, so sum læknaskrivari, sjúkrarøktarfrøðingur, heilsurøktari.
  • og/ella starvsroyndir innan heilsuverkið.

Setanartreytir:

Talan er um 35 tímar um vikuna. Starvið er lønt samsvarandi sáttmála millum avvarandi felag og Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya.

Umsókn og spurningar

Skrivlig umsókn saman við prógvi, lívrensl og møgulig viðmælir verður sent til Vágs Kommuna her. Freistin er 16. septembur 2025. Meira fast at vita um starvið við at venda sær til Magnus Paula West á magnus@vagur.fo ella 239392.

Facebook viðmerkingar