
Á býráðsfundi í kvøld varð avgjørt at broyta byggisamtyktina. Broytingin fevnir um tvey týdningarmikil øki í kommununi.
Á Løðhamri verður nú latið upp fyri eini spennandi ætlan hjá Ítróttarháskúlanum. Hetta gevur skúlan møguleika at menna síni karmar og bjóða næmingum betri umstøður.
Samstundis leggur broytta byggisamtyktin upp til íbúðabygging á Galtnaroyri. Hetta verður mett at geva fleiri familjum og einstaklingum møguleika at seta búgv í kommununi.
Hetta er eitt stórt stig fyri okkum í Vágs Kommunu. Ítróttarháskúli í Suðuroy hevur leingi havt tørv á betri hølisviðurskiftum, og nú síggja vit fram til, at Ítróttarháskúlin fer undir hetta arbeiðið. Okur hava stóran tørv á nýggjum bústøðum, og henda avgerðin er eitt gott stig á leiðini, sigur borgarstjórin Bjarni Johansen.
Facebook viðmerkingar