Føroyar á Expo 2025 í Osaka

Føroyar vóru í miðdeplinum í norðurlendska skálanum á heimsframsýningini í Osaka í dag. Skipað varð fyri einum fjølbroyttum tiltaki, nevnt Faroe Islands Days, sum hevði til endamáls at varpa ljós á Føroyar. Føroyar vóru væl umboðaðar av vinnufyritøkum, listafólkum og íverksetum. 

Landsstýriskvinnan í uttanríkis- og vinnumálum, Sirið Stenberg, setti dagin og legði í sínu røðu dent á, at Føroyar eru eitt nýskapandi, burðardygt og mentanarliga ríkt samfelag, sum er opið fyri altjóða samstarvi. Eftir landsstýriskvinnuna helt japanski varauttanríkisráðharrin, Fujii Hisayuki, røðu vegna japonsku stjórnina, har hann vísti á, at Føroyar og Japan sum oyggjasamfeløg hava nógv til felags, og fegnaðist um høvi at vera boðin at luttaka. 

Eftir setanina hevði landsstýriskvinnan fund við japanska varauttanríkisráðharran, har tey umrøddu góða sambandið millum Føroyar og Japan og týdningin av at styrkja samstarvið frameftir. Í gjár hitti landsstýriskvinnan somuleiðis varafiskimálaráðharran, Kenichi Shoji.

Á báðum fundum varð dentur lagdur á styrkt samstarv innan handil og møguleikarnir fyri fríhandilssáttmála. Eisini varð burðardygg nýtsla av fiskatilfeingi, arktisk viðurskifti og heimsstøðan, við serligum denti á kríggið í Ukraina, umrøtt.

Setanarrøðan hjá landsstýriskvinnuni til Faroe Islands Days kann lesast her.

Facebook viðmerkingar