Pól Arni syngur fyri á Tórsvølli

Tað verður forsangarin í Hamraduni, Pól Arni Holm, ið fer at syngja fyri, tá “Tú alfagra land mítt” fer at runga á Tórsvølli fríggjakvøldið

Fríggjakvøldið klokkan 19:45 taka Føroyar ímóti Kroatia í HM undankappingardysti á Tórsvølli.

Og áðrenn dystin fáa vit forkunnuga vitjan á tjóðarleikvøllinum. Tað verður nevniliga forsangarin í Hamraduni, Pól Arni Holm, ið fer at syngja fyri, tá “Tú alfagra land mítt” fer at runga kring vøllin.

– Hetta verður ein spennandi og øðrvísi uppgáva, og tað verður einki minni enn fantastiskt at syngja saman við so nógvum fólkum – hetta gleði eg meg til, sigur Pól Arni Holm.

Facebook viðmerkingar