
Altjóða Alzheimerdagur er 21. september, og í ár verður dagurin hildin á Seglloftinum á Tvøroyri.
Landsstýriskvinnan í heilsumálum Súsanna Bertholdsen setir tiltakið.
Á skránni verður m.a. lagt fram úrslit frá nýggjari føroyskari spurnakanning um støðuna hjá avvarðandi í familjum, har demensur rakar. Somuleiðis verður greitt frá verkætlanini um einar demensvinarligar Føroyar. Eisini verður tónleikur afturvið kaffi og onkrum leskiligum.
Høvi verður til spurningar og dialog.
Neyv skrá fyriliggur seinni.
Tiltakið er ókeypis, og er frá kl. 14.00 – 16.15 sunnudagin 21. september.
Tað er nevndin í Alzheimerfelagnum, ið skipar fyri degnum á hvørjum ári.
Facebook viðmerkingar