
Í gjár fóru 37 fólk úr Suðuroynni, sonevndi Eldrafimleikurin á ferð, til Havnar Havnar og hava ligið nátt á Hotel Brandan. Leiðini gekk í morgun norður til Eiðis til Eldraleikir 2025.
Tá tey vóru komin til Eiðis, fingu tey boð um, at Galaxy sigldi seinasta túr í dag suður kl 12. Hetta førdi so við sær, at tey noyddist at fara av Eiði til Havnar og eru nú á veg suður við Galaxy.
Tey siga frá, at tað tíverri bleiv til einar hálvar Eldraleikir hesa ferð. Sum plástur á sárið, fingu tey góða kaku frá fyriskiparunum á Eiði til heimferðina
Facebook viðmerkingar