Arbeiðarafeløg í Suðuroynni leggja saman

Seks arbeiðarafeløg í Suðuroynni hava lagt saman í eitt felag.

Tey seks arbeiðarafeløgini, sum hava lagt saman, eru arbeiðsmannafelagið, Framtíðin, í Vági, arbeiðskvinnufelagið, Fjallbrúður, í Vági, arbeiðarafelagið, Beinisvørð, í Sumba, arbeiðarafelagið, Rubbishella, í Porkeri, arbeiðsmannafelagið, Hov, í Hovi og arbeiðskvinnufelagið, Drósan, á Tvøroyri.

Feløgini hava lagt saman í eitt nýtt lokalfelag undir navninum Suðuroyar Arbeiðarafelag og limagjaldið er 0,2 prosent.

Felagið er framvegis limur í Føroya Arbeiðarafelag og nevndin í Suðuroyar Arbeiðarafelag hevur skipað seg soleiðis:

Formaður er Suni Mortensen.

Næstforkvinna er Ingrid Larsen.

Nevndarlimir eru Marina Popovic, Jógvan Delmarsson Kjærbo og og Meinhard Edmund Vestureið.

Tiltakslimur er Hartvig Bech.

Hóast hesi fimm feløgini nú hava lagt saman, eru tað framvegis fimm arbeiðarafeløg í Suðuroy, sum framvegis eru fyri seg sjálvi.

Tey eru arbeiðskvinnufelagið, Roynd, í Hvalba, arbeiðsmannafelagið, Roynd, í Hvalba, Fámjins Arbeiðarafelag, arbeiðsmannafelagið, Fylking á Tvøroyri og Fiskepigernes Fagforening á Tvøroyri

Facebook viðmerkingar