Høgni Hoydal í flaggrøðu í Fámjin: Merkið umboðar tað fjølbroytta, ið skapar tjóðina og felagsskapin

Tað fjølbroytta skapar felagsskapin og møguleikarnar hjá øllum

Gott fundarfólk. Góðu fámjiningar, suðuroyingar, føroyingar, gestir.

Í eyðmýkt takki eg tykkum fyriskiparum fyri boðið at vera her í Fámjin og at røða á flaggdegi okkara.

Tí fáur heiður kann vera størri enn at vera biðin at halda flaggrøðu í Fámjin.

Eini av Føroya fagrastu bygdum. Staðsett undir hægsta fjalli í oynni, Gluggunum – Fjallinum Mikla – og undir Kirkjuvatni. Bard av brimi og tí sterku atlantshavsbylgju úr vestri og prýdd av Ánni Miklu, mølini, høgum bergi og vesturskini. Her rúmast sagnirnar og søgan um dagligt stríð og samskiftið við umheimin uppá gott og ilt.

Hetta pláss er bygt av so mongum hondum, hjørtum og høvdum ígjøgnum meira enn 40 ættarlið.

Heimbygd hjá so mongum merkisfólki. Og heimbygd hjá Merkinum.

Í kirkjuni hongur fyrsta Merkið. Tí hiðani var Jens Oliver Lisberg, sum var ein teirra ungu, ið teknaðiMerkið sum útiseti. Og her – júst her – fyri knøppum 99 árum síðani, tók Jens Oliver Merkið heim, og tað veittraði á fyrsta sinni í Føroyum fyri brúðarpari her í bygdini. Vit fara sostatt í ár inn í hundranda árið, síðan Merkið á fyrsta sinni sá dagsins ljós.

Tað er merkisvert at hugsa sær. 99 ár síðani. Ikki untist Jens Oliveri at uppliva, hvønn týdning Merkið fór at fáa, tí bert eitt gott ár eftir veittraðu fløgg í hálvari stong fyri honum.

Tað er merkisvert at hugsa sær, at tað sum fyri 99 árum síðani var ein dreymur í huga og eitt átak hjá ungum fólki í útisetu. Tað sum fyri 99 árum síðani var ein tá ókendur dúkur, sum veittraði í summarlotinum her í Fámjin og fagnaði kærleikanum, vónunum og samanrenningini millum tvey fólk.

Júst tað gjørdist ímyndin, ið kann rúma kærleikanum. Vónunum. Sorgunum. Samleikanum. Og samanrenningini hjá einum heilum fólki. Hjá eini tjóð millum aðrar tjóðir í heiminum.

Eisini er merkisvert at hugsa sær, hvussu nógv stríð og sundurlyndi hevur verið, og hvussu nógv strev og áhaldni frá hugsjónarfólki tað hevur kravt, at flaggið í dag kann vera okkara savningarmerki og tykjast okkum sjálvsagt.

Tað, sum ørfá fólk hildu vera møguligt fyri 99 árum síðani og sum í fleiri áratíggjur spjaddi okkum og sum mong bardust ímóti, er í dag tað, sum savnar okkum mest av øllum.  

Hetta, sum einaferð elvdi til samanbrest, varð niðurgjørt og rópt fyri klút ella fjas, er í dag ímyndin av felagsskapi og felagskenslu.

Trupult kann vera at seta orð á, hví Merkið kann vekja so sterkar kenslur í hjørtum og høvdum okkara.

Í summar var eg saman við konuni og øðrum fólki úr Føroyum staddur í Algeria í sambandi við, at U21-manslandsliðið hjá Føroyum í hondbólti hevði leikt seg í endaspælið til heimsmeistaraheitið. Sum var fyrstu ferð eitt føroyskt landslið hevði megnað tað. Í hallunum har leiktu teir millum fremstu hondbóltstjóðir heimsins og framdu framúr avrik. Tá ið Merkið varð borið inn og veittraði í høllini. Tá ið tjóðsangurin varð sungin. Tá ið sangurin hjá Janusi Wiberg Mortensen “Mítt vakra Føroya land” varð spældur og rungaði í høllini undir upphitingini. Og tá ið vilji, felagsskapur og stoltleiki lýsti úr okkara leikarum, so var eg rætt og slætt tikin av fótum av kenslum, og fekk nærum ikki staðið á beinunum.

Somu kenslu hava eg mangan – bæði her heima og uttanlands, tá ið fólk umboða Føroyar undir Merkinum – og vit kenna tað helst øll.

Og er tað ikki tí, at hetta er júst tann kenslan og fatanin, sum Hans Andreas Djurhuus lýsir í sanginum til Merkið:

“Har ið merkini veittra, veittri eisini mítt,

tað ber kvøðu frá landi mínum fagurt og frítt.”

Og er tað ikki av tí sum Christian Matras lýsir í eini av sínum dýrgripsyrkingum:

“Og tíðin hon blásti við gandandi ond,
á lív, ið var livað á bø og við strond.
Ein óskrivað søga, ein orðaleys røða,
um fólkið her livdi, skapaði tjóð.”

At Merkið ímyndar tað ófatiliga, dagliga bragd, at tað hevur eydnast gjøgnum meira enn 40 ættarlið at yvirliva, liva og skapa tjóð – her mitt í sjónum, á hesum klettum í miðjum Atlantshavi. Ímóti øllum forsagnum hava vit megnað at skapa tjóð og mál og mentan. Búskap og vinnu og felagsskap. At vit hava megnað at nútímansgjørt okkum og skapt nýtt – og at traðka út millum heimsins tjóðir.

Og at okkara merki kann veittra millum hini – hóast vit enn ikki hava rokkið á mál enn, sum ein fult sjálvstøðug og javnsett tjóð í heiminum.

Okkara kendi landafrøðingur, tvøramaðurin Hans Holm, sigst einaferð at hava verið spurdur, um nakað annað pláss í heiminum líkist Føroyum frá náttúrunnar hond. Hann segði seg fara at kanna málið. Og tá ið hann vendi aftur, hevði hann hesa niðurstøðu: Tað er trý onnur pláss í heiminum, sum líkjast akkurát Føroyum. Við umstøðum, landslagi, veðurlagi, streymi, hita o.s.fr. Tað er bert ein munur millum hesi pláss og Føroyar: Í Føroyum býr fólk!

Og ja, sanniliga býr fólk í Føroyum. Og her kunnu og skulu búgva fólk í Føroyum í ókomin ættarlið.

Tað hendir ikki av sær sjálvum. Tað hendir bert, um vit áhaldandi skapa tjóð og meining og samfelag og virðir, beint her, sum vit eru. Og at vit støðugt gera hetta landið til okkara heim.

Hetta er tað, ið Merkið í mínum hjarta og høvdi umboðar. Ein felagsskap, ið sjálvsagt er og skal vera samansettur av ymisleika og fjølbroytni, og av áhaldandi ósemjum um hugsjónir og val og virðir í einum landi. Men Merkið verður vundið upp um tað og hýsir tí øllum.

Merkið verður fyri hvørt ættarlið ímynd av og løtt við teimum virðum, vónum, hugmyndum og teirri søgu, ið vit leggja í okkara felagsskap.

Og Merkið savnar tann fjølbroytta og samansetta samleika, ið vit errin vilja sýna øllum heiminum, tá ið okkara mentafólk, listafólk, ítróttafólk, vinnufólk, felagsskapir og einstaklingar ganga út í heimsins vindar og knýta bond og samstørv.

Á sama hátt skal okkara merki veittra millum hini – í einum fjølbroyttum felagsskapi millum heimsins lond og tjóðir.

Tað er serstakliga umráðandi, at vit halda okkum hetta fyri eygað. At vit eru javnsett, bæði sum tjóðir í heiminum og millum fólkið í londunum.

Tí vit vita eisini, at fløgg og útihýsandi felagskensla kunnu verða nýtt til at kúga onnur. Hetta hevur sanniliga myndað heimsins søgu. Og ger tað enn. At vit halda okkara frælsi og virkismøguleikar skulu byggjast á at taka frá øðrum ella útihýsa onnur. Undir slíkum bardaga, har summi fløgg ímyndaðu kúgan, kríggj og ræðuleikar, varð okkara merki viðurkent av bretum.

Og framvegis er haturstala, kúgan og hóttan um kríggj og álop, áleikandi hóttan móti heimsins tjóðum og fólki. Og framvegis eru tjóðir, ið halda seg vera hevjaðar yvir aðrar og búskapur og býti av virðum, ið verða grundað á, at frælsi hjá einum skal byggjast á at taka frælsi og møguleikar frá øðrum.

Slíkt má Merkið og føroysk tjóðskaparkensla og tjóðskaparrørsla ongantíð byggjast á.

Hinvegin hevur føroyska tjóðskaparrørslan bygt á og eigur altíð at byggjast á hugsanina um javnvirði og fjølbroytni og ymisleika – og at tað er hetta, sum skapar felagsskapin og framburðin og møguleikarnar hjá øllum.

Okkara framstig eru altíð hend, tá ið vit saman hava sæð virðið í okkara egna. At virða egið tilfeingi og at fáa tað besta og mesta burtur úr tí. At hjúkla um tað. At fáa tað at næla og grógva úr teimum virðum, ið vit eiga saman. Tað hevur bygt hetta landið.

 

Hetta landið, sum við fólki, oyggjum, mentan, bygdum, býum, sjógvi, náttúru undirgrund, lofti og virðum er millum ríkastu og mest livandi tilfeingisdeplar á jarðarknøttinum. Hendan tjóðin sum hevur allar møguleikar at taka frælsið og mennast á jøvnum føti í samstarvi við aðrar tjóðir í heiminum.

 

Og sum hevur allar fortreytir fyri at skipa seg við veruligum fólkaræði og samhaldsfesti, ið skapar somu møguleikar og frælsi hjá øllum at velja, virka og verða vird – uttan mun til, hvussu, hvar og við hvørjum møguleikum, vit eru fødd inn í hendan heim og hvussu lagnan hevur lagað seg, og hvussu vit hava valt at skapa okkara lív og virki. Og hvar í landinum, vit búgva.

 

Øll tey stóru framstigini, sum eru hend í føroyska samfelagnum, og sum hava gjørt, at vit hava nútímansgjørt samfelagið, eru komin, tí vit hava bygt á at verða javnsett og hava barst fyri at binda okkum saman og fáa beinleiðis altjóða samband og samstarv, sum fólk, lokalsamfeløg, einstaklingar og tjóð.  

 

Og her hava vit avbjóðingarnar í dag. Tað gongur á mongum mótum væl í Føroyum í dag. Vit fjølgast í Føroyum, nógvir og nýggir møguleikar verða skaptir og lata seg upp. Men ikki allastaðni í Føroyum.

 

Okkara tjóð skal skapast á fjølbroytni og ymisleika, og at tað er møguligt at liva eitt gott og nútímans lív í øllum plássum í landinum og at skapa og fáa lut í landsins virðum.

 

Tí má landið sjálvsagt samanbindast og møguleikar og virðir býtast javnari, eins og tit kenna tørvin á so stóran her suðuri. Og heilt serstøk átøk mugu gerast til tess at hava einar fjølbroyttar Føroyar við tí ríku mentan og møguleikum og virðum, sum liggja í hvørjari oyggj, á hvørjum plássi, býi og bygd.  

 

Hetta verður eitt høvuðsmál í komandi tíðum.

 

Og sjálvandi ber tað til. Og tað fer at bera til.

 

Seinastu øldirnar í heimssøguni hava í stóran mun snúð seg um vald í tí stóra. Í nøgdini. Har tað at leggja lond og tilfeingi undir seg. At ovtroyta náttúruna. Har nøgdin og vavið á landaøkið og marknaðum og hermegi hava avgjørt virðini og valdið. Har alt trunkast saman í metropolum.

 

Síðani ídnaðarkollveltingina, hevur tað eisini verið øldinhjá mongdini og burturkastinum av øllum tí, sum vit framleiða.

 

Tann komandi øldin og øldirnar, ið koma, mugu gerast øldirnar hjá dygdini og góðskuni í sjálvt tí smæsta lutinum – og hjá tí, sum áður varð blakað burtur ella hildið vera virðisleyst. Bæði í menniskjaligum og øðrum tilfeingi.

 

Og hetta eigur at skapa okkum nýggjar møguleikar í Føroyum. Tí vit vita, at hetta er fortreytin fyri at liva og mennast her.

Mín vón skal vera, at nú Merkið skjótt fer um øldina, fer tað komandi øldirnar at veittra fyri einum fjølbroyttum, samanbundnum, samhaldsføstum og frælsum Føroyum.

—–

Facebook viðmerkingar