Suðringar vóru í gjár á torførari uppgávu í Gøtu ímóti Føroyameistarunum úr Víkingi. Talan var eisini um dyst ímóti venjaranum hjá Suðringum í fjør, Maurice Ross.
Hóast stigatalvan ikki boðar frá stórari úrtøku higartil í ár (3 stig áðrenn dystin ímóti Víkingi), so hava Suðringar at kalla hvønn dyst víst, at teir kunnu spæla upp ímóti øllum liðunum í deildini. Hepni hevur tó ikki verið við Suðringum, sum hava tapt fleiri dystir við einum máli, og í fleiri umførum, har vinnandi málið kom í yvirtíðini.
Ímóti KÍ í løgmanssteypinum vístu Suðringar tó, at teir kunnu verða við og kunnu vinna, eisini á toppliðunum, tí vóru vónirnar eisini góðar, tá leiðin gekk til Gøtu sunnudagin.
Dysturin endaði við javnleiki 0-0. Og sum skilst úr Gøtu, so var talan um ein dyst, sum í fyrra hálvleiki var javnur, men í seinna hálvleiki fullu Suðringar nakað langt aftur á egna hálvu og var í stóran mun talan um at verja málið.
Hetta eydnaðist eisini til fulnar og endaði dysturin við einum málleysum javnleiki og Suðringar fingu eitt týðandi stig suðuraftur við.
Úrslitið førir við sær, at Suðringar koma upp á 4 stig, og eru framvegis á 9. plássi. 07 Vestur er á 10. plássi við 1 stigi, meðan AB er á 8. plássi við 5 stigum.
Komandi sunnudag taka Suðringar ímóti EB/Streymi við Stórá.
Facebook viðmerkingar