Vika 18 er umhvørvisvika á Tvøroyri og í morgin fer fyrsta tiltakið av bakkastokki. Annar av árligu plantingardøgunum við Stórá skuldi eftir ælan vera í dag, men vegna vánaliga veðrið verður hann í morgin. Nógv hava longu boðað frá luttøku, hóast tað ikki er fráboðanarskylda.
Øll eru hjartaliga vælkomin til ein hugnaligan dag, við einum góðum endamáli. Tvøroyrar Kommuna bjóðar morgunmat í Ítróttardeplinum við Stórá frá kl. 09:30 og ein døgurðabita kl. 12:00. Endamálið er at fríðka um økið við Stórá, planta fleiri trø og verða við til at geva Tvøroyrar Kommunu eina grønari vangamynd.
Tvøroyrar Kommuna vil eisini heita á borgararnar um at tálma nýtsluna av akførum í miðbýnum, í umhvørvisvikuni. Til ber kanska ikki heilt at lata bilin standa, men møguliga eru støður, har til ber at lata hann standa og harvið gera sítt til, at tálma útlátið av vakstrarhúsgassum.
Tvøroyrar Kommuna ynskir øllum eina góða og gevandi umhvørvisviku, við vón um góðari undirtøku til tiltøkini.
Facebook viðmerkingar