Tiltakið hjá Alzheimersfelagnum í Skúladeplinum í Hovi 25. apríl var sera væl eyðnað. Uppmøtingin var so ovurhonds góð, millum 80 og 90 fólk vóru møtt. Har vóru fólk við demenssjúkum, avvarðandi, starvsfólk innan demensøkið og kommunalpolitikarar.
Skráin var henda:
- Vælkomin og kunning um Alzheimerfelagið
- Kunning um Demensklinikkina
- Kunning um tilboðini, Bú- og Heimatænastan í Suðuroy bjóðar fólki við demenssjúkum, og hvøjum ætlanum arbeitt verður við.
- Avvarðandi segði sína søgu
- Tónleikur
Síðan var orið frítt, og har komu fleiri spurningar og viðmerkingar.
Vit kunnu staðfesta, at demensøkið i Suðuroy er í góðum hondum. Arbeitt verður við at skipa Suðuroynna sum eitt demensvinarligt samfelag.
Í næstu framtíð verður skipað fyri undirvísing og vegleiðing fyri avvarðandi, og ætlanir eru um at undirvísa m.a.
- starvsfólki innan sjúkrahúsverkið,
- starvsfóki innan banka- og handilsvinnuna,
- skúlaungdómum, og
- um stutta tíð verða tveir viðkomandi faldarar bornir í hvørt hús í Suðuroy
Samanumtikið var tiltakið sera væl fyriskipað av fólki á staðnum. Alzheimerfelagið vil við hesum takka so hjartaliga Bú- og Heimatænastuni, demenssamskiparunum, Skúladeplinum í Hovi og Suðuroyarportalinum fyri beinasemi og hjálpsemi. Ein serlig tøkk til John í Skemmuni, ið segði sína søgu sum avvarðandi, og fyri góðan sang og tónleik frá Sveini í Prestgarði.
Facebook viðmerkingar