Borgaraluttøka verður 9. mai á seglloftinum á Tvøroyri um tí slóbrótandi verkætlanina Neysting.
Neysting hevur sum endamál at varðveita føroysku neystini sum arkitektoniskan mentanararv og søgu tjóðarinnar. Vit selja gistingar í neystum runt í landinum og royna okkum fyri fystu ferð í neysti í Froðba. Hetta gera vit við at geva neystunum nýggja samtíðarhóskandi funktión sum ból fyri vallarar, ferðafólk og mentanaráhugað.Vit heingja sersniðgivin ból, hugkveikt úr róðrarbátinum og framleidd úr 100 % føroyskari ull, upp í neystunum. Vit kalla bólið “BátaBólið”. Í BátaBólinum ber til at yvirnátta í soviposa á liggiundirlagi. Hetta er ein heilt nýggjur og ørðvísi háttur at nýta mongu illafarnu neystini í Føroyum uppá. Við hesum kann bygdin draga at sær fleiri ferðafólk eins væl og føroyingar kring landið, sum eitt mentanarligt og innbjóðandi stað. Harafturt kann virki okkara skapa ein felagskap millum bygdafólk við neysting sum ámót – gjøgnum borgaraluttøku, sum verður 9 mai. Vit vilja nevnliga hava bygdafólkið at gerast partur av Neysting.
Neysting skal verða ein verkætlan, sum bygdafólkið í Froðba kann kennast við og hava møguleika at hava ávirkan á
Eitt av meginevnunum fyri at føra Neysting út í veruleikan er sjálvsagt at fáa loyvi frá myndugleikanum at íverkseta Neysting eins og lán av neysti til endamálið. Men uttan eitt lokalt grundfesti við fólkið í bygdini hevur verkætlanin einki virði.
Við Neysting vóna vit at skapa ein pall, har bygdafólkið í Froðba fær møguleika at íverkseta virksemi eitt nú við at
skipa fyri túrum í bygdini, bjóða inn til døgurða, selja pannukøkur, hava framsýningar í kirkju, konsertir ella okkurt heilt annað, sum vit ikki kenna til. Tað finnast eingi mørk. Við hesum kunnu borgarar í Froðba vera við til at skapa eina skipaða ferðavinnu við at ferðafólkið kann melda seg til ymisk átøk heldur enn at reika runt og gerast partur av Neysting.
Við vón um góða undirtøku.
Facebook viðmerkingar