2 lærarar í føstum starvi og 3 lærarar í tíðaravmarkaðum starvi
Hesi størvini eru fyri komandi skúlaár 2018/2019 vegna lækkað tímatal, serligan tørv og avlopstímar.
Eitt av hesum tíðaravmarkaðu størvum fær endaliga ásett tímatal 1. okt. 2018.
Skúlanum tørvar lærarar, ið m.a. kunnu átaka sær serundirvísing, alisfrøði og náttúra & tøkni.
Harafturat tørvar skúlanum lærarar, ið kunnu undirvísa dreingjum í ítrótti/svimjing.
Søkt verður eftir lærarum, sum
- duga væl at samstarva og samskifta
- vilja menna seg sjálvan og skúlan
- sýna næmingum og undirvísing sín eldhuga
- vilja fevna ymiskleikanum og styrkja felagsskapin
Førleikakrøv:
Læraraútbúgving og linjulestur ella samsvarandi førleika.
Lønar- og setanartreytir:
Lærarastørvini verða sett sum sáttmálasett størv, uttan so at tann, sum settur verður er tænastumannasettur lærari frammanundan.
Lærarastørvini eru lønt í lønarflokki 18.1 – 29.2 sambært avtalu millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Lærarafelag.
Umsóknir:
Umsóknir við cv og avriti av prógvum og møguligum ummælum skulu vera skúlastjóranum í hendi í seinasta lagi mánadagin 4. juni 2018 kl. 12.00
Nærri kunning um størvini fæst við at ringja ella senda teldupost til
John Henrik Holm, skúlastjóra, á tlf 239330 ; teldupostur: john.henrik.holm@skulin.fo
Anitu Nysted, varaskúlastjóra á tlf. 723090 ; telduspostur: anita.nysted@skulin.fo
Facebook viðmerkingar