Tveir suðringar á U21 landsliðnum

Eli Hentze, U21-landsliðsvenjari, hevur úttikið 20 spælarar til EM-undankappingardystin móti Finnlandi, sum verður á Svangaskarði fríggjadagin 8. juni klokkan 17:00
Fríggjadagin 8. juni klokkan 17:00 fer føroyska U21-landsliðið á vøllin aftur, tá finnar koma á vitjan á Svangaskarði.

– Oftani verður sagt, at um ein vinnur eitt stig á útivølli, so skulu vit vænta trý stig heima. Men hetta verður ein stór uppgáva, og skulu vit fáa stig, so krevst, at allir á og uttanfyri vøllin gera sítt allar ítarsta. Tað skal kortini eingin ivi vera um, at vit fara eftir øllum, sigur Eli Hentze, venjari.

Fríggjadagin 8. juni klokkan 17:00 fer føroyska U21-landsliðið á vøllin aftur, tá Finnland kemur á vitjan á Svangaskarði á Toftum. Seinast Føroyar og Finnland møttust í U21-landsliðið var í september í fjør, og tá gjørdist úrslitið javnleikur 1-1. Føroyski málskjúttin var Meinhard Egilsson Olsen.

Fyrireikingarnar til heimadystin eru so smátt farnar í gongd, og nú góðar tríggjar vikur áðrenn dystin hevur U21-venjarin, Eli Hentze, saman við hjálparvenjaranum, Hegga Samuelsen, úttikið 20 spælarar, ið skulu dystast við finnar.

Hópurin
Elias Rasmussen, Víkingur
Karstin Hansen, Skála
Jóannes K. Danielsen, KÍ
Ari Olsen, Skála
Bjarni Petersen, B36
Bartal Wardum, HB
Ólavur Niclasen, KÍ
Erlendur Magnusson, B36
Salmundur Bech, TB/FCS/Royn
Betuel Hansen, NSÍ
Jákup B. Andreasen, KÍ
Benjamin Heinesen, B36
Dan í Soylu, HB
Hannes Agnarsson, B36
Jóannes Bjartalíð, KÍ
Høgni E. Nielsen, 07 Vestur
Petur Knudsen, NSÍ
Adrian Justinussen, HB
Búi Egilsson, TB/FCS/Royn
Jákup L. Thomsen, Thisted FC (DEN)
Ókeypis atgongd er til U21-landsdystin millum Føroyar og Finnland.

Facebook viðmerkingar