ÍSF hevur sett sær sum mál at koma út til øll økini í landinum at kunna um virksemið hjá ÍSF.
Ónskvøldið 23. mai 2018 kl 19.00 skipar ÍSF tí fyri einum evniskvøldi í Tvøroyrar skúla. Tiltakið er ætlað nevndarlimum og ábyrgdarfólkum í ítróttafeløgunum í Suðuroy og annars øllum, sum hava hug at luttaka. Endamálið við tiltakinum er at kunna feløgini um ÍSF.
Evnini, sum verða viðgjørd, eru m.a.:
- Bygnaðurin í ÍSF
- Tryggingarviðurskiftir
- Doping
- Etisku leiðreglurnar
- Skeiðsvirksemi
- Skattur og MvG
- Rúsdrekka- og rúsevnapolitikkur
- Ítróttaravtalan
- Strandferðslukortini
- o.a.
Tiltakið byrjar klokkan 19 og er í umleið 2 tímar.
Facebook viðmerkingar