Enn eina ferð verður skipað fyri hugnaliga og vælumtókta felags døgurðanum til vágbingar. Tiltakið verður hildið tórskvøldið 13. november klokkan 17.00-20.00 í hølunum hjá Frelsunarherinum í Vági.
Allir vágbingar eru vælkomin at koma at fáa ein góðan og heitan bita saman við øðrum úr nærumhvørvinum. Eisini verður møguleiki at smyrja matpakkar til børnini, so tey eisini kunnu fáa ein góðan bita við sær í skúla og barnagarð.
Tað er Vágs Kommuna í samstarvi við Frelsunarherin, sum skipar fyri tiltakinum. Hetta er sættu ferð, at døgurði verður skipaður á henda hátt, og tiltakið hevur víst seg at vera vælumtókt og savnandi fyri bygdina. Sigur Bjarni Johansen, borgarstjóri.
Á matarskránni verður fleskasteik við eplum og sós, kaffi/te og okkurt leskiligt verður omaná.
Tilmelding
Øll eru hjartaliga vælkomin at meldað seg til við at trýsta á hetta leinkið. Tilmeldingin er ikki bindandi, men verður bert brúkt sum ábending um, hvussu nógvur matur skal gerast.


Facebook viðmerkingar