Føroysk mineral & grótsløg

BySuðuroyarportalurin

12. november 2025

Birkblog: Týskvøldið kom jarðfrøðingurin og trummusláarin, Uni Árting, á gátt við nýggju bókini Føroysk mineral & grótsløg, sum hann hevur skrivað saman við starvsfeløgunum Barbaru Biskopstø Thorsteinsson og Lis Mortensen, og arbeiðsplássið hjá teimum, Jarðfeingi, gevur út. 

Grafikkinum hevur Barbara staðið fyri, ein tættpakkaður stílur, vit kenna frá altjóða náttúrufrøðiligum tíðarritum. 

Stuttligt, at eitt alment arbeiðspláss kann, megnar og vil standa saman um eina snøgga og fakliga útgávu, eitt hondfast produkt við 254 blaðsíðum, alfabetiskum orðalista aftast, og einum forstáiligum yvirlitskorti, jarðfrøðikorti, í einum plastlumma inni í bakpermuni. 

Eitt fyrimyndarligt fólkfeingiligt, human resource, átak.

Tá eg taki snøggu brúksbókina í hondina og vendi henni, síggi eg greiðu boðini um, at avrikið er føtt í kærleika og dyrkað millum nørdar í fleiri ár, kanska fimtan, tá Uni og onnur gjørdu eitt rulliskáp við gróti til undirvísing. 

Boðini, ella ábendingin, um júst tað, fakliga nørdaríið, er linjálin eftir kantinum á bakpermuni. 

Umframt at síggja at bókin er 23 sentimetrar til hæddar, vitnar henda grafiska detalja um, at vit eru í faktiska fatanarheiminum og ikki fiktiva tulkingarheiminum. 

Ein nørdut detalja, sum eg ikki havi sæð fyrr, men ger, at bókin við hesi sannkenning liggur ekstra væl í hondini. 

Ein onnur detalja um at vera árvakin, er myndin av nýggja Húsareynstunlinum, har ein týðulig lind av royðugróti sæst. 

Onkuntíð verður landið opað og tílíkt sæst. 

Myndin appelerar til eitt forvitni, sum er neyðugt í øllum læru- og fatanartilgongdum.

Imponeraður, at eitt arbeiðspláss kann vera so vælfungerandi, at tað hevur yvirskot at gera ein tílíka bók og uttan nakað sjónligt hóvasták geva hana út. Bara soleiðis. 

Nøkur kort hjá Una kenni eg aftur frá atlasinum, sum í samstarvi við altjóða forlagið Collins kom út á føroyskum í 2014. 

Tá arbeiðið varð liðugt eftir fýra árum og skuldi prentast, varð biðið um at strika navnið á ritstjóranum, fyrst tí føroyska og síðan tí skotska. 

Akkurát so smálig eru forholdini ikki á Jarðfeingi, har øll sleppa at verða nevnd við navni. 

Tað eru eini góð boð um eitt fungerandi arbeiðspláss, har inklusjón er ein fólkfeingiligur veruleiki, ið sæst aftur í eini brúksbók, sum nú er úti millum fólk. Tað er eitt týdningarmikið moment í mínari verð. Samtykkjandi fakligheit, sum bara hevur eitt endamál: at verða brúkt. 

Til lukku við jarðfrøðiligu brúksbókini.

Facebook viðmerkingar