Fyrireikingararbeiði til asfaltering í Vági

BySuðuroyarportalurin

11. februar 2026

Vágs kommuna: Yvir tær næstu vikurnar verður fyrireikingararbeiði gjørt til asfaltering av Fossávegi og Vágsvegi. Bilførarar og fólk til gongu mugu ansa sær.

Graviarbeiði, kaðalarbeiði og kloakarbeiði verður nú gjørt á Fossávegi og Vágsvegi. Arbeiðini verða gjørd í sambandi við asfalteringina av hesum vegastrekkjum. Arbeiðsmenn á vegatoyminum hjá kommununi, Føroya Tele og aðrir undirveitarar standa fyri arbeiðinum.

Vágs Kommuna heitir á bilførarar og fólk til gongu um at ansa sær á hesum vegastrekkjum. Ristir verða tiknar upp og grivið verður fyri kaðalum og líknandi, soleiðis at klárt verður at asfaltera.

Í fíggjarætlanini fyri 2026 er avsettur peningur til at asfaltera allan Fossáveg og uttara part av Vágsvegi – frá rundkoyringini og vestur til minnisvarðan.

Miðja verður eftir, at asfalteringin fer í gongd eftir páskirnar.

Facebook viðmerkingar