Suðuroy: 33 børn fødd og 62 fólk deyð í 2025

BySuðuroyarportalurin

10. februar 2026

Seinastu árini eru demografisku avbjóðingarnar í Suðuroynni vorðnar alsamt sjónligari.

Fólkatalið minkar støðugt.
Miðalaldurin hækkar.
Talið av eldri veksur og talið av ungdómum minkar.
Talið av børnum, sum verða fødd minkar, og seinastu 9 árini eru fleiri deyð enn tað verða fødd.

Gongdin í 2025 var onki undantak. Tað blivu 33 børn fødd í Suðuroynni í 2025. Hetta er helst tað lægsta burðartalið í Suðuroynni síðani eina ferð miðskeiðis í 1800talinum.

Í 2025 doyðu 62 fólk, so talan var um eitt negativt burðaravlop (fødd minus deyð) á 29.

Onkrir glottar eru

Hóast talið av børnum 0-6 ár er minkað við omanfyri 20% seinastu 10 árini, so eru onkrir glottar hóast alt.

Talið av børnum og ungum í aldrinum 7-15 ár er ikki minkað, men er lutfalsliga vaksið. Í 2016 vóru góð 11% av fólkunum í Suðuroynni í 7-15 ára aldri. Í des. 2025 var hetta talið góð 12%. Hetta kundi bent á, at ein partur av teimum, sum flyta aftur til Suðuroynna, flyta aftur við børnum.

Talið av 67+ ár veksur

Hóast fólkatalið í Suðuroynni seinastu 10 árini er minkað við góðum 2%, so er talið av fólki, sum eru 67 ár og eldri, vaksið við smáum 17%.

Við árslok búðu tað 4.491 fólk í Suðuroynni, av teimum vóru tað 1.011, sum vóru 67 ár og eldri. Hetta svarar til at umleið 22,5% av fólkunum í Suðuroynni vóru 67 ár og eldiri. Fyri 10 árum síðani vóru tað smá 19% av fólkunum í Suðuroynni í hesum aldursbólkinum.

Facebook viðmerkingar