FC Suðuroy: Tríggir av okkara ungu, evnaríku leikarum hava gjørt sáttmála við FC Suðuroy fyri komandi árini. Talan er um Daniel Holm, Páll Johannessen og Nóa K. Mortensen.
Daniel og Páll hava báðir gjørt 2-ára sáttmála, meðan Nóa hevur gjørt 3-ára sáttmála við barndómsfelagið.
Gleðiligt við evnaríkum og ágrýtnum leikarum, ið koma at spæla ein stóran leiklut komandi árini, skrivar FC Suðuroy á Facebook-vanganum.


Facebook viðmerkingar