Suðuroyar Ferðavinnufelag: Ferðavinnuætlanirnar latnar inn

BySuðuroyarportalurin

23. desember 2025

Í oktobur varð hol sett á arbeiðið at gera ferðavinnuætlanirnar fyri Hvalbiar, Fámjins, Hovs, Porkeris, Vágs og Sumbiar kommunur. Seinsta ferðavinnuætlanin varð latin inn í dag, 23. desembur.

Arbeiðið at gera ferðavinnuætlanirnar kom sum ein fylgja av lógini um burðardygga ferðavinnu, sum Løgtingið hevur samtykt. Hetta arbeiðið tók Suðuroyar Ferðavinnufelag upp á seg at gera fyri limakommunurnar í samstarvi við kommunurnar, heimafólk, festarar og vinnurekandi. Málið var tvíbýtt: at gera eina ferðavinnuætlan fyri hvørja kommunu sær og at gera eina ferðavinnuætlan, sum fevnir um nærum alla oynna – eina slag av økisætlan.

Lógin um burðardygga ferðavinnu ásetir, at ferðavinnuætlanirnar skulu verða latnar inn áðrenn 31. desembur 2025, og tíðarætlanin varð hildin, tá seinasta ferðavinnuætlanin varð send inn í dag tann 23. desembur.

Arbeiðið at gera ferðavinnuætlanirnar hevur m.a. fevnt um borgarafundir í øllum kommununum, práti við heimafólk og vinnurekandi, og fundir við bý- og bygdaráð í oynni. Arbeiðið vísti, at neyðugt er við betri samstarvi millum kommunurnar, og at ferðavinnan skal stuðla undir lokal samfelagið – bæði fíggjarliga, við trivnaði og menning. Tað kom eisini fram, at kunning, trygd, farleiðir og samstarv við fleiri áhugapartar skulu betrast. Somuleiðis er týdningarmikið, at ferðavinnan og ferðafólk virða landbúnaðar- og lokalt virksemi. Tað varð eisini sæð positivt á, at talið av ferðafólkum er vaksandi og at tað ger tað møguligt hjá fleiri at fara í gongd við virksemi, sum er tengt at ferðavinnuni.

Okur í ferðavinnufelagnum eru sera glað um at hava nátt málinum við hesum arbeiðinum. Okur eru eisini glað um, at borgarafundirnir, fundirnir við bý- og bygdaráðini og áhugapartar hava verið so konstruktivir og jaligir. Ferðavinnuætlanirnar koma at geva okkum eitt gott útgangsstøði at arbeiða út frá, men samstundis eru tær ikki slignar í stein – tær kunnu altíð tillagast eftir tørvi og rákum, sigur Magnus Pauli West, umboð hjá Vágs Kommunu í Suðuroyar Ferðavinnufelag.

Facebook viðmerkingar