Fráfaringarløta fyri Amy Bech

BySuðuroyarportalurin

20. desember 2025

Tvøroyrar kommuna hevði í dag fráfaringarløtu fyri Amy Bech, nú hon hevur gjørt av, at gevst í starvinum sum fíggjarleiðari við ársenda.

Dagurin var hildin í kantinuni í Ítróttarhøllini í Trongisvági, har starvsfólkini í umsitingini og á Barnaverndartænastuni vóru saman við familjuni hjá Amy.

Í hesum sambandi fekk Amy takkarkvøður og gávur frá starvsfeløgunum og frá Tvøroyrar kommunu sum tøkk fyri drúgva og trúgva tænastu.

Tvøroyrar kommuna takkar Amy Bech fyri góða samstarvið og ynskir henni og familjuni alt tað besta framyvir.

Kelda: Tvøroyrar kommuna

Facebook viðmerkingar