Jólasmátturnar í Vági

BySuðuroyarportalurin

1. desember 2025

Jólasmátturnar standa aftur í ár prýddar við SEV-húsið og fara at seta ein serligan dám á jólahýrin í Vági. Ítróttarfeløg í bygdini fara at hava smátturnar opnar fleiri dagar í desember, og 23. desember bjóðar Vágs Býráð okkurt gott frá smáttunum.

Hetta er fyrstu ferð, at smátturnar hava so nógv og javnt opið gjøgnum jólamánaðin, og vóna okur, at nógv fara at stuðla upp undir hesum hugnaliga tiltaki.

Í upplatingartíðunum verður húsið hjá Hondverkarafelagnum eisini opið, so fólk hava møguleika at keypa úr smáttunum og síðani seta seg inn í hitan at njóta tað, ið keypt verður, um veðrið er ov kalt at verða uttandura.

Enn eru nakrir dagar tøkir at lána smátturnar. Um fleiri hava hug at selja úr smáttunum, kunnu tit seta tykkum í samband við Miðlatún á info@vagur.fo ella ringja 23 93 90. Tað er ókeypis at leiga smáttunar.

Upplatingartíðir

Vágs Kappróðrarfelag
04.12 frá kl. 15.00 til 18.00
05.12 frá kl. 15.00 til 18.00
06.12 frá kl. 14.00 til 19.00
07.12 frá kl. 14.00 til 19.00

VB
11.12 frá kl. 15.00 til 18.00
12.12 frá kl. 15.00 til 18.00
13.12 frá kl. 14.00 til 19.00

Susvim
18.12 frá kl. 15.00 til 18.00
19.12 frá kl. 15.00 til 18.00
20.12 frá kl. 14.00 til 19.00
21.12 frá kl. 14.00 til 19.00

Suðuroyar Judofelag
22.12 frá kl. 15.00 til 18.00

Vágs Býrað bjóðar okkurt gott
23.12 frá kl. 15.00 til 19.00

Møguligar broytingar verða lýstar á Facebook-síðuni hjá Miðlatúni og í talgilda jólablaðnum sum kann síggjast her.

Facebook viðmerkingar