Leygardagin 18. oktobur kom seinasta ferðafólkaskipið í føroyska havn í ár, tá skipið Ambition hjá Ambassador Cruise Line vitjaði Runavíkar havn. Cruiseárið hevur eydnast væl, og komandi ár sær lovandi út.
Í 2025 hava ferðafólkaskip vitjað 94 ferðir. Hesi hava steðgað í havnum og smáum bygdum. Størstu havnirnar, Tórshavnar havn og Runavíkar havn, hava tikið ímóti flestum skipunum, men eisini aðrar havnir hava havt góða vitjan í ár. Nevnast kunnu Klaksvíkar havn, Vágs havn, Sørvágs- og Miðvágs havnir, Tvøroyrar havn og Vestmanna havn. Smáu bygdirnar í Runavíkar kommunu – Funningur, Elduvík og Oyndarfjørður – hava eisini tikið ímóti ekspeditiónsskipum.
Fleiri av ferðafólkaskipunum hava vitjað fleiri havnir og bygdir, og hetta fegnast vit um í Cruise Faroe Islands. Eitt av menningarmálunum hjá okkum – og sum havnirnar samstarva um – er júst at fáa skipini at vitja fleiri støð, tá tey koma til Føroya.
Ferðafólkini hava verið í landi og upplivað tað, sum ger Føroyar serligar í cruise-høpi: náttúruna, merkisstaðir, mentanina, ferðavinnutænastur og fólkið.
Vit síggja, at ferðafólkaskipini koma fyrr á árinum og halda fram at vitja út á heystið. Fyrsta skipið kom á Havnina tann 2. mai, og – sum áður nevnt – fór seinasta skipið úr Føroyum 18. oktober. Hetta, at cruiseárið longist, gevur fleiri skipum møguleika at vitja oyggjarnar, og samstundis verður meira frástøða millum vitjanirnar. Soleiðis verður nærumhvørvið og fólkið ikki líka nógv ávirkað, sum um skipini komu tættari eftir hvørjum øðrum.
Flestu skipini eru ekspeditiónsskip
Skipini, sum vitja, eru oftast bólkað sum ekspeditiónsskip, sum hava við sær upp til 1.000 ferðafólk – tó er talið vanliga munandi lægri. Hesi skip eru gjørd til at sigla í økjum sum Føroyum, og ferðafólkini umborð eru áhugað í at uppliva tað serliga í Føroyum. Umframt ekspeditiónskipini, so vitja størri ferðafólkaskip havnirnar í Tórshavn, Runavík og Klaksvík, sum eisini hava umstøðurnar til at taka í móti hesum skipum. Í sambandi við vitjanir fara tey á útferðir í náttúruni og nærumhvørvinum.
Fleiri havnir og túrveitarar arbeiða við at tryggja, at lokalumhvørvið – serliga handilsvinnan og ferðavinnutænastir – fær størri ágóða av ferðafólkaskipunum. Vitjanirnar verða eisini fyriskipaðar við atliti til lokalumhvørvi, har ferðafólkini verða leidd til ymsar upplivingar. Hetta arbeiðið hevur eisini jaliga ávirkan á upplivingina hjá ferðafólkunum. Tey fáa soleiðis møguleika at uppliva Føroyar sum ta serstøku destinatión, sum vit føroyingar longu kenna.
Vit í Cruise Faroe Islands fegnast um árið og síggja fram til eitt jaligt 2026.


Facebook viðmerkingar