Fáar minuttir undan hondbóltsdystinum millum Føroyar og Sveis, legði Jógvan Durhuus eyguni saman fyri seinastu ferð, 87 ára gamal. Um sjúka ikki havt rakt Jógvan fyri nøkrum árum síðani, hevði hann óivað havt verið mitt í rokinum í Oslo og stuðlað manslandsliðnum av øllum alvi – eins og hann stuðlaði VÍF øll síni ár.
Eins og hann í sínum langa virki sum politikari og menniskja var ein stuðul hjá so mongum og ein tjóðarbyggjari og íbirtari í so nógvum samfelagsmálum.
Jógvan á Posthúsinum úr Vestmanna, sum hann eisini var róptur, varð fyrstu ferð valdur á ting fyri Tjóðveldisflokkin í 1970 í Norðstreymoyar valdømi. Og undantikið tvey valskeið var hann valdur løgtingsmaður fyri Norðstreym heilt fram til 2002. Og var aftur inni sum varamaður í ávísum tíðarskeiðum fram til 2004. Tá var hann millum annað umboð fyri Løgtingið og Føroyar á ST-aðalfundi í New York. Jógvan var varaløgmaður og landsstýrismaður í skúlamálum, heilsumálum, landbúnaðar- og orkumálum frá 1985 til 1988.
Í eina fjórðingsøld var Jógvan Durhuus sostatt týðandi politikari og stríddist fyri stórmálum sum at vinna Føroyum fiskimark út á 200 fjórðingar, at halda Føroyar uttanfyri EEC (ES), fullveldisátøkunum og samráðingunum um aldarskiftið – umframt yvirtøkurnar og tey stóru stigini í samfelags- og vinnulívsmenningini frá 1970 og frameftir.
Jógvan hevði serstøk politisk hjartamál, sum hann hjúklaði um. Umframt sjálvsøgdu loysingarhugsjónina var tað eitt nú samstarvið í Útnorði millum Føroyar, Ísland og Grønland, har Jógvan umboðaði Løgtingið í Útnorðurráðnum í mong ár og var forseti ráðsins eitt skeið. Fiskivinnuskúlin í Vestmanna var annað hjartamál, og Jógvan átti heiðurin av, at skúlin var lagdur í Vestmanna. Uttanríkismál og marknaðaratgongd vóru onnur hjartamál – saman við øllum lokalum viðurskiftum í bygdunum í Norðstreymoy og ikki minst í heimbygdini, Vestmanna.
Postverkið stóð honum sjálvsagt sera nær, tí har hevði hann sína útbúgving og sítt borgarliga starv í so mong ár. Og eins errin, ið hann var av, at Postverkið kom á føroyskar hendur í 1976, tá ið Tjóðveldisflokkurin umsat málið í Tinganesi og Postverk Føroya menti seg til ein væl virkandi tjóðarstovn – eins tungt og strævið var tað hjá Jógvani, tá ið Postverkið gjørdist alment partafelag eftir aldarskiftið, skuldi spara og leggja um, og posthús vórðu niðurløgd úti á bygd. Hann bardist fyri at varðveita posthús kring landið og fyri fakfelagsrættindum hjá postfólki, eisini langt eftir, at hann gavst sum tingmaður.
Eg hevði ta stóru gleði at starvast saman við Jógvani í fullveldissamgonguni frá 1998-2004. Vit vóru fleiri, ið komu á ting og í landsstýri fyrstu ferð hesi árini: Annita á Fríðriksmørk, Páll á Reynatúgvu, Tórbjørn Jacobsen, Finnur Helmsdal, sáli, og Jógvan Arge. Og Jógvan tók sera væl ímóti okkum nýggju politikarum. Hann lærdi frá sær, eggjaði okkum at halda fram, og stuðlaði okkum í truplum málum og í avbjóðandi ósemjum. Hann legði altíð dent á, at tað er klandur og sjálvsøkni, ið hevur forðar okkum at gerast sjálvstøðug tjóð, og hann var sannførdur um, at bert vit megna at standa saman um felags mál, so ber til at skipa eina frælsa tjóð, har øll kunnu liva væl við sømd.
Hann var altíð ómetaliga væl fyrireikaður til øll mál í nevndum og orðaskiftum og legði dent á allar smálutir, ið kunnu mynda eitt politiskt mál og avgerðirnar. Í mun til ta faktaleysu og søguleysu tíð, sum myndar bæði alheims og føroyskan politikk í dag, var Jógvan tann fullkomna andsøgnin. Hann fór ongantíð uppá tingsins røðarapall uttan ein risadunga av skjølum, nakrar bøkur og ofta nøkur bind av Løgtingstíðindum. Tí hann vildi ikki koma í ta støðu, at hann fekk ein spurning ella eina viðmerking, sum hann ikki kundi svara út í æsir. Tað var samanhangur, sannroyndir, søga og neyvleiki, ið skuldu bera eitt orðaskifti, eina viðgerð og eitt løgtingsmál saman við hugsjónini – ikki brigsl, møsn og sjálvshevjan.
Hann var sum ein livandi alfrøði í politikki. So mangan havi eg spurt hann um okkurt ávíst mál, og tað gekk ikki long tíð, so hevði eg fingið svar um alla gongdina og smálutirnar í málinum. Slíkt, ið hevði tikið mær dagar og tímar at leita fram annars.
Jógvan var sera skemtingarsamur av lyndi. Tað bar væl til at arbeiða uppá hann, eins og hann arbeiddi uppá onnur, og hann kundi fortelja uppí leypar av góðum søgum og flenna at sær sjálvum samstundis. Eitt dømi er hendan søgan hjá Jógvani, ið vit hava flent nógv at saman: Jógvan hevði jú stillað upp til so nógv løgtingsval í Norðstreymoyar valdømi og hann hevði verið á so nógvum valfundum í teimum einstøku bygdunum. Hann røkti sum løgtingsmaður hvørja bygd sær – og tí hevði hann sínar valrøður, sum snúðu seg um sereyðkennini, fólkini og tey politisku málini í einstøku bygdini.
Í Kvívík talaði hann til dømis munin meira um tjóðskaparrørsluna og tjóðarbygging enn norðuri í Vík. Og Jógvan hevði síðani sín fyrsta valfund altíð endað sínar valrøður í Kvívík við at endurgeva tann stóra menta- og tjóðskaparmannin og yrkjaran úr Kvívík, Jóan Petur uppi í Trøð (Jóan Petur Gregoriussen – ella IPG, sum hann skrivaði seg undir yrkingum). Og tað vóru altíð hesar reglurnar hjá IPG, sum Jógvan endurgav: “Hví skal alt ljósið í landsuðri liggja? Heldur vit runt alla havsbrúnna hyggja; harav birtist ljósið í Føroyum.”
Og hetta kveikti sjálvsagt altíð ein yl millum fólkið til valfundirnar í Kvívik. Men nú til løgtingsvalið í 2002, ger Jógvan seg kláran til sína vanligu finalu í síni røðu. Hann skal røða síðstur millum umboðini fyri allar flokkar á veljarafundi í Kvívík, so hetta eigur at fara at rigga væl. Men ólukkutíð: Beint undan Jógvani hevur eitt umboð fyri Sjálvstýrisflokkin orðið, sum stillar upp á fyrsta sinni. Og hann ger ikki mætari enn at sitera júst hesi kendu orðini hjá Jóan Petur uppi í Trøð! Jógvan flýgur upp úr stólinum og ákærir mannin fyri at hava stolið úr røðuni hjá sær, og hesin skilur púrt onki, tí hann hevur ikki hoyrt Jógvan á øllum hinum valfundunum. Men fundarfólkið skemtaði sær óført. Og Jógvan gavst ongantíð at endurgeva hesi orðini hjá IPG.
Jógvan var vertskapsmaður góður, mentamaður og familjumaður um ein háls, saman við elskaðu konu síni, Hervør Durhuus (f. við Høgadalsá). Tey vóru savningarmiðdepilin í familjuni hjá børnum, verbørnum, barnabørnum, langommu- og langabbabørnum og næstringum. Tey (og ikki minst Hervør) gingu undan í føroyskum dansi og skipaðu fyri barnadansi og at bera kvæðaarvin víðari til ókomin ættarlið. Tey ferðaðust við stóru familjuni uttanlands og í føroysku náttúruni. Og Jógvan var veiðimaður og innløgumaður. Hann gleddi seg sum eitt barn at fara í Harusetrið í Vestmanna á hvørjum ári at skjóta harur. Honum dámdi ómetaliga væl at flóta, skjóta fugl og fara til útróðrar, og hevur havt børnini og næstu ættarliðini við sær og lært tey mið og fiskiskap og leiðir og staðarnøvn kring Vestmannaleiðina við báti sínum “Hervør”.
Og tað var ein dyggur skelkur og djúptøkin sorg hjá Jógvani og allari familjuni, tá ið Hervør so brádliga fór foldum frá í 2013, júst meðan hon stóð og bakaði heima í køkinum. Vit báðir Jógvan høvdu júst verið saman á einum tjóðveldisfundi í Norðstreymoyar Tjóðveldisfelag í Bjargingarfelagshúsinum í Kollafirði hetta kvøldið. Og beint sum Jógvan kom heim av fundi og inn í køkin, fullu tey síðstu orðini millum teirra, áðrenn tilburðurin hendi.
Familjan stóð saman í sorgini, og Jógvan var so ómetaliga takksamur fyri sína familju og alt lívið, tey høvdu skapt saman. Og fyri allan stuðul og umsorgan tá ið sjúka rakti hann seinastu lívsárini. Okkara tankar leita til tykkara, nú Jógvan er farin.
Vit í Tjóðveldi eru ómetaliga takksom fyri, at Jógvan valdi at geva so nógv av sínum lívi og sínum dygdum til politikkin og tjóðveldishugsjónina – og til heimbygdina, Norðstreym, alt landið og felagsskapin. Tað liggur so nógv eftir Jógvan, sum fer at liva í ókomin ár.
Vit vilja við hesum fátæku orðum lýsa frið yvir minnið um heiðursmannin, tjóðveldismannin og vinin, Jógvan Durhuus.
Høgni Hoydal


Facebook viðmerkingar