Knapt 55.000 fólk búðu í Føroyum við ársbyrjan

BySuðuroyarportalurin

10. februar 2026

Fólkatalið nærkast spakuliga 55 túsund. Tað kom annars beint upp um 55 túsund í summar, men minkaði aftur eftir fráflytingina í august og september, tá mong ung fluttu uttanlands. 

Fólkavøksturin í 2025 var meir enn tvífalt so stórur sum í 2024. Knapt 450 fólk løgdust aftur at fólkatalinum. Seinast, at fólkavøksturin var um 450 fólk, var í 2023. Nettoflytingin og burðaravlopið fyltu á leið hvør sína helvt av fólkavøkstrinum. 

Myndin niðanfyri vísir gongdina mánað fyri mánað. Lesið eisini meira her.

Facebook viðmerkingar