Miðalaldurin hægstur í Suðuroynni

BySuðuroyarportalurin

10. februar 2026

Miðalaldurin í Føroyum var 40,4 ár tann 1. januar 2026. Hægsti miðalaldurin á 44,1 ár var í Suðuroyar øki, meðan miðalaldurin var lægstur í Eysturoyar øki. Har eru fólk í miðal 38,9 ár. 

Síðani 1985 eru góð sjey ár løgd aftur at miðalaldrinum í Føroyum. Hesi árini eru miðalaldurin broyttur mest í Sandoyar øki, har hann er hækkaður við 9,4 árum. 

Myndin niðanfyri vísir miðalaldur í økjunum í Føroyum í 1985, tá var miðalaldurin eisini hægstur í Suðuroyar øki.

Facebook viðmerkingar