Almennur fundur um Suðuroyartunnilin mánakvøldið

BySuðuroyarportalurin

13. februar 2026

Mánakvøldið 16. februar 2026 kl. 20.00 verður almennur fundur í  SALT, har borgarstjórar, løgmaður, umboð fyri tunnilsverkætlanina og aðrir gestir, seta fokus á Suðuroyartunnilin – møguleikar, avmarkingar og framtíð fyri Suðuroynna.

Orðstýrari er Jón Brian Hvidtfeldt

Skrá:

20.00 – Stutt heilsan frá borgarstjórunum (uml. 10 min.)

20.10 – Framløga: Aksel V. Johannesen (10 min.) + spurningar (5 min.)

20.25 – Framløga: P/F Suðuroyartunnilin (15 min.) + spurningar (5 min.)

20.45 – Ung og Suðuroyggin – orðaskifti (3 ung, lesandi á pallinum) (uml. 10 min.)

20.55 – Familjur, ið hava valt Suðuroynna til – orðaskifti á pallinum (uml. 10min)

21.05 – Útisiglarar / ítróttur í Suðuroynni – umboð frá SSL (10 min.) + spurningar (5 min.)

21.20 – Suðuroy, meðan vit bíða – orðaskifti við 3 borgarstjórum (15 min.) + spurningar (5 min.)

21.40 – Kaffisteðgur (20 min.)

22.00 – Politiskt orðaskifti við forfólkum úr øllum flokkum (30 min.) + spurningar (5 min.)

Møguleiki verður at seta spurningar í salinum.

Fyriskiparar:

Hvalbiar kommuna

Fámjins kommuna

Hovs kommuna

Porkeris kommuna

Sumbiar kommuna

Vágs kommuna

Tvøroyrar kommuna

Facebook viðmerkingar