Um 400 fólk høvdu leitað sær í SALT í gjárkvøldið, har Suðuroyartunnilin var á skránni í tiltakið, sum borgarstjórarnir í Suðuroynni skipaði fyri.
Spurningurin um hvussu flokkarnir fara at atkvøða, nú málið um Suðuroyartunnilin fer aftur í Løgtingið í næstum, hevði stóran áhugað millum fundarfólkið.
Forfólkini vóru á fundinum spurd um teirra flokkur fór at atkvøða fyri uppskotinum hjá Løgmanni.
Greitt er, at í fleiri flokkum er ikki full semja um Suðuroyartunnilin. Men verður talt saman út frá tí, sum forfólkini søgdu á fundinum í SALT mánakvøldið, so eru minst 20 av teimum 33 tinglimunum fyri uppskotinum hjá Løgmanni.
Beinir Johannesen, formaður í Fólkaflokkinum, segði at fýra tinglimir hjá flokkinum fara at atkvøða fyri.
Bárður á Steig Nielsen, formaður Sambandsfloksins, segði eisini at fýra tinglimir hjá Sambandsflokkinum fara at atkvøða fyri.
Løgmaður væntaði, at í Javnaðarflokkinum hava tey helst átta atkvøður fyri.
Sirið Stenberg, forkvinna í Tjóðveldi, væntaði at fýra av tinglimum Tjóðveldsins fara at atkvøða fyri.
Ruth Vang, forkvinna í Framsókn, svaraði ikki. Og Jenis av Rana, formaður í Miðflokkinum, var heldur ikki greiður í svarinum.
Sostatt er greitt, at minst 20 av teimum 33 tinglimunum atkvøða fyri.


Facebook viðmerkingar