Aftankvirra í Hvalbiar kirkju ónskvøldið

Nú tað stundar mót jólum, og dagarnir eru farnir at styttast, er tað eitt kærkomið høvi at seta seg eina løtu saman í frið og náðum.

Hvalbiar kirkja hevur aftankvirru ónskvøldið frá kl. 20.00 til 20.30, har øll eru vælkomin at sessast ein hálvan tíma.

Á skránni er kvirra, klavertónleikur, yrkingar og endað verður við einum kvøldarsálmi.

Jens Mortan Mortensen, prestur, lesur yrkingarnar og spælir á klaverið í Hvalbiar kirkju.

Eftir kvirruna er kvirrute at fáa í kirkjuni.

Nógv livandi ljós verða í kirkjuni hetta kvirrukvøld.

Skráin er henda:

Klokkan ringir.

Yrkingin ‘Í frið og náðum’ verður lisin.

Klavertónleikur

Kvirra í 3 minuttir

Yrkingin ‘Lívsins børn’ verður lisin.

Klavertónleikur

Kvirra í 3 minuttir

Yrkingin ‘Tíðin’ verður lisin.

Klavertónleikur

Kvirra í 3 minuttir

Kvøldarsálmur nr. 686 verður sungin í felag.

Eftir kvirruna er kvirrute at fáa í kirkjuni.

Facebook viðmerkingar