Roysningur í mølini í Vági

BySuðuroyarportalurin

18. februar 2026
Myndina tók Mortan Mortensen

Í morgun sóu vágbingar eina heldur annarleiðis sjón, tá tey fór framvið mølini innaliga á Vágsfirði, tí har lá ein roysningur í mølini.

Hetta er ikki fyrstu ferð, at ein roysningur hevur verið á vitjan í Vági. Fyri eini 13-14 árum síðani var eisini ein roysningur á vitjan í Vági og helt hann til á dráttinum við neystini í Skálamøl í nakrar dagar.

Myndina tók Berit Silvurdal

Facebook viðmerkingar