Úrslit frá FM á langgeil 2018

Svimjing.com: Her eru úrslitini frá Føroyameistarastevnuni á langgeil 2018, sum var í Páls Høll í Vági nú í vikuskiftinum hin 8. til 10. juni. Úrslitini síggjast eisini her á livetiming.se umframt her á SwimRankings.

Lyklatøl

Tilsamans vóru tey 63 einstaklingar og 53 lið úr 5 feløgum sum luttóku í teimum tilsamans 40 kappingum á hesum FM.

Heiðursmerkjabýtið millum feløg

Tilsamans 120 heiðursmerki vórðu handaði á hesum FM, harav Havnar Svimjifelag fór við helvtini.

FelagGullSilvurBronsaTilsamans
HS22191960
Ægir1313733
SuSvim581427
FLOT
Reysti
Tilsamans404040120

Føroysk met og juniormet

Tilsamans 3 føroysk met og 2 føroysk juniormet vórðu sett á hesari stevnuni, harav besta mansliðið hjá HS gjørdi ‘hat trick’ við at vinna og seta føroyskt met í øllum trimum stafettum sum teir kundu luttaka í.

Føroysk met

  • HS menn 4:11.85 og føroyskt met í 4×100 blandað
  • HS menn 8:05.01 og føroyskt met í 4×200 frí
  • HS menn 3:40.47 og føroyskt met í 4×100 frí

Føroysk juniormet

  • Ægir dreingir 8:52.91 og juniormet í 4×200 frí
  • Ægir dreingir 3:57.26 og juniormet í 4×100 frí

Nógvar betringar annars

Av teimum 63 sum luttóku í einstaklingakappingum á hesum FM, vóru tað heili 55 sum betraðu seg í minst einari grein, ella umleið 87%

  • Reysti – 5 svimjarar, 5 betraðu seg (100%)
  • Ægir – 14 svimjarar, 13 betraðu seg (93%)
  • SuSvim – 16 svimjarar, 14 betraðu seg (88%)
  • HS – 25 svimjarar, 21 betraðu seg (84%)
  • FLOT – 3 svimjarar, 2 betraðu seg (66%)

Viðmerking: Tann sum ikki betraði seg hjá FLOT, var venjarin ?

Landsliðsúttøka

Hesir svimjarar vóru úttiknir til landsliðsuppgávur í summar, nú kravtíðarskeiðið var liðugt, og tey høvdu klárað kravtíð. Onnur verða møguliga tikin út eyka, nú ein av næstu døgunum.

NMU 2018

Til Norðurlendsku Meistarastevnuna fyri ung 2018 vórðu úttikin:

  • úr SuSvim: Alisa Vestergård (2003), Bartal Debess (2002)
  • úr HS: Bartal Erlingsson Eidesgaard (2003), Eyðrið Mortensen (2003), Høgni Hoydal Thomassen (2002), Johan Nónskarð Dam (2002), Kristina í Skála (2005)
  • úr Ægir: Martin Vágseið Sivertsen, Rebekka Trygvadóttir (2004)

EJM 2018

Til Evropeisku JuniorMeistarastevnuna 2018 vórðu úttikin:

  • úr SuSvim: Alisa Vestergård (2003)
  • úr HS: Johan Nónskarð Dam (2002), Vár Erlingsdóttir Eidesgaard (2001)
  • úr Ægir: Rókur Trygvason (2000)

EM 2018

Til EvropaMeistarastevnuna 2018 vórðu úttikin:

  • úr Ægir: Signhild Joensen (2000)
  • úr HS: Óli Mortensen (1996)

Ársins svimjarar og stjørnuskot

Nú aftaná lokið svimjiár her heima, vórðu ársins svimjarar og stjørnuskot kosin, av eini dómsnevnd umfatandi venjarar, svimjarar og miðlafólk.

Ársins stjørnuskot

  • Gentur: Alisa Vestergård (2003), SuSvim
  • Dreingir: Johan N. Dam (2002), HS

Ársins svimjarar

  • Kvinnur: Signhild Joensen (2000), Ægir
  • Menn: Óli Mortensen (1996), HS

Bestu avrik á hesum FM

  • Kvinnur: Signhild Joensen (2000), Ægir – 2.15.38 og 769 FINA stig í 200 rygg
  • Menn: Óli Mortensen (1996), HS – 4:03.03 og 742 FINA stig í 400 frí

Facebook viðmerkingar