Suðringar hava ein stórdyst á skránni ónsdagin kl. 15, tá seinna hálvfinalan í Løgmanssteypinum ímóti B36 er á skránni.
Suðringar taptu fyrru hálvfinaluna í Gundadali 4-2, so útgangspunktið kundi verið betri og lítið er at ivast í, at B36 er favorittur undan dystinum.
Suðringar hava tó í ár víst sera góðar taktir og hava víst, at teir kunnu spæla upp ímóti teimum bestu, og hetta verður eisini eitt krav, um tað skal eydnast at vinna seg í finaluna um Løgmanssteypið.
Í Havn ognartóku Suðringar Gundadal, sum var grønur allur sum hann var. Ónsdagin er neyðugt at áskoðarar vísa líka stóran stuðul til Suðringar, soleiðis at byrjan inni á vøllinum verður lættari at lyfta.
Julius Vest Joensen sigur, at dysturin má sigast at vera ein tann týdningarmiklasti hjá Suðringum, síðan okur byrjaði at spæla saman á felagsliðnum, Suðringar. -Og vil eg heita á allar suðringar um at møta upp við Stórá og stuðla liði okra til ein samlaðan sigur! Tað hava leikarar, venjarar og hini rundan um liðið so hjartaliga fortjent, sigur Julius Vest Joensen.
Facebook viðmerkingar