Aðalfundur og nýggj nevnd í Cruise Faroe Islands

ByMagnus Pauli West

23. apríl 2026

Á fyrsta aðalfundinum hjá cruisefelagsskapinum Cruise Faroe Islands varð nýggj nevnd vald.

Á aðalfundinum greiddi formaðurin, Magni V. Mouritsen, frá virkseminum fyrsta árið, felagið hevur verið til. Formaðurin kom inn á arbeiðið at fáa felagsskapin íverksettan, fundir við viðkomandi áhugapartar, nýggar limir, luttøkur á ráðstevnum og tiltøkum og byrjunararbeiðið at fáa samskiftispartin í gongd.

Nýggj heimasíða

Á aðalfundinum varð nýggja heimasíðan hjá felagsskapinum almannakunngjørd. Heimasíðan vísir á limirnar í felagnum og hvussu áhugaði kunnu koma í samband við hesar. Heimasíðan er á enskum og vendir sær til útlendska B2B marknaðin. Nýggja heimasíðan eitur cruisefaroeislands.fo.

Nýggir limir í nevndini

Tveir av limunum stóðu fyri vali og fall valið á Anju Magnussen, umboðandi havnirnar í Vága og Sørvágs kommunu, og Alinu Jespersen, umboðandi umboðsmenn – Faroe Ship. Nevndin skipaði seg soleiðis:

  • formaður: Magni V. Mouritsen
  • skrivari: Magnus Pauli West
  • kassameistari: Alina Jespersen
  • nevndarlimur: Astrid Johannesen
  • nevndarlimur: Anja Magnussen

Limirnir, sum vóru møttir á fundinum, vístu á jaligu gongdina í cruisevinnuni – hvat vinnan gevur lokalsamfelagnum og staðbundna vinnulívinum. Tosað varð um jaligu menningina, sum limirnir eru við í og hvussu hetta stuðlar og stimbrar bæði størri og smærri staðirnar kring Føroyar.

Cruiseárið byrjar fyrst í mai, tá fyrsta ferðafólkaskipið kemur í Føroyska havn. Tó hava havnirnar, túrveitarar og umboðsmenn í longri tíð fyrireika vitjanirnar. Cruise Faroe Islands sær jaliga uppá cruiseárið við fleiri vitjanum og fleiri havnum, sum ynskja at fara í cruisevinnuna.

Facebook viðmerkingar