Felags integratiónssamskipari fyri Suðuroynna

ByMagnus Pauli West

24. apríl 2026

Kommunurnar í Suðuroynni hava tikið stig til eitt nýtt samstarv á integratiónsøkinum, har ein felags integratiónssamskipari verður settur.

Í fjørsummar fekk nýggja integratiónslógin virkna. Lógin áleggur kommununum at samskipa arbeiðið á integratiónsøkinum í samband við, at fólk uttan úr heimi flyta í kommunurnar. Somuleiðis er ásett, at kommunurnar skulu seta ein integratiónssamskipara í seinasta lagi 1. juli 2026.

Integratiónssamskiparin fær ein týðandi leiklut sum bindiliður millum kommunurnar og tilflytarar. Uppgávan verður at tryggja, at tilflytarar fáa neyðuga kunning og vegleiðing, og samstundis at styrkja teirra tilknýti til lokalsamfelagið.

Kommunurnar í Suðuroynni hava í felag umrøtt, hvussu henda uppgáva best verður loyst, og eru samdar um at samstarva um eina felags loysn. Við hesum samstarvi verður tryggjað, at allar kommunurnar kunnu veita lógarásettu tænasturnar til tilflytarar – óansæð stødd á kommununi ella tal á tilflytarum. Samstundis gevur samstarvið betri møguleikar at menna og samskipa tiltøk tvørtur um kommunurnar, við tí endamáli at styrkja integratiónina á oynni.

Í hesum sambandi er integratiónssamskipara integratiónssamskipara starvið lýst leyst, og miðað verður eftir, at integratiónssamskiparin kann byrja 1. juli 2026 ella eftir nærri avtalu.

Samstarvið fevnir um Hvalbiar kommunu, Tvøroyrar kommunu, Fámjins kommunu, Hovs kommunu, Porkeris kommunu, Vágs kommunu og Sumbiar kommunu.

Facebook viðmerkingar