Í dag klokkan 11 kom ferðafólkaskipið Greg Mortimer til Vágs. Hetta er bæði fyrstu ferð skipið vitjar í Vági, og samstundis fyrsta ferðafólkaskipið, ið vitjar í ár.
Veðrið á sjónum er tað fagrasta, men svart er í mjørka nógvastaðni, og tí máttu túroperatørarnir tillaga dagsins túrar. Í staðin fyri longri útferðir uttan fyri bygdina, fáa ferðafólkini høvi at uppliva ymiskt av tí, sum Vágur hevur at bjóða.
Bjarni Johansen og Edith M. Samuelsen hava í dag verið umborð og handað skipinum eitt spjaldur í sambandi við, at hetta er fyrsta vitjanin hjá skipinum í Vági.
Umborð eru 73 ferðafólk og heili 90 starvsfólk. Ferðafólkini fara at vera runt í bygdini til áleið klokkan 23 í kvøld, og vónað verður, at bæði gestir og vinnulív fáa gleði av vitjanini.
Í samband við vitjanina verður tónleikur á Jugga. Hjalmar og Dagfinn fara at spæla frá klokkan 20 til 23, og verður hetta eitt hugnaligt kvøld í bygdini, har heimafólk sjálvandi eisini eru hjartaliga vælkomin.


Facebook viðmerkingar