Les røðuna, sum Ulla Bærentsen, forkvinna í kirkjuráðnum í Vági helt fyri Páll Leo og Kitty Múller, sum vóru heiðrað við “Den Kongelige fortjenstmedalje” fyri trúgva tænastu sum kirkjutænarar í Vágs kirkju:
“Hjartaliga vælkomin øll til hesa stóru hátíðarløtu, eisini Jógvan, bispur, at tú kundi koma suður og verða við, nú Páll Leo og Kitty Múller fingu kongaligu tænastumedaljuna.
Vit koma beint úr eini vakrari og rørandi gudstænastu í Vágs kirkju, har Patrick prestur og bispur hava sett orð á tænastuna og trúfesti tykkara. Og í dag eru tað tit bæði, Kitty og Páll, sum eru í miðdeplinum.
Kirkjan er meira enn bygningur. Hon er staðið, har menniskju verða doypt, fermd, gift og fylgd til gravar. Men eingin kirkja stendur av sær sjálvari. Hon stendur eisini, tí trúføst menniskju hava tænt henni ár eftir ár.
Góðu tit bæði!
Tað er ikki ofta at nakar nær at fáa hesa kongaligu “medalju”, tí fortreytin er, at ein skal hava tænt sama arbeiðsplássi í minst 40 ár, og tit hava tænt kirkjuni longur enn tað, so tað hava tit bæði so sanniliga uppiborið at verða heiðraði fyri.
Eg kom í kirkjuráðið fyrstu ferð í 2008. Eg havi tískil samstarvað við bæði Kitty og Páll, og eg má siga, at tey hava røkt sínar uppgávur til fulnar.
Kitty hevur hildið alt í kirkjuni so sera væl. Hon hevur hildið altarborðið so vakurt, ein kann bara sita og njóta og síggja vælpussaðu messingstakarnar, tann hvíta vælstívaða og strokna altardúkin, og allar hinar uppgávurnar, sum eru frammi í kór. Eisini hevur hon hildið alla kirkjuna so reina og fína, og tað er eitt stórt arbeiði og nógv er um at fara.
Onkuntíð havi eg verið á hurðini í kirkjuni og ætla at sett meg við urguna eina løtu, men so havi eg hoyrt dustsúgvaran. Tá hevur Kitty verið og vaskað, so eg havi bara smoygt meg avstað aftur.
Ikki at gloyma – kirkjan hevur eitt stórt loft, har bæði køkur og stova eru, og alt hetta hevur Kitty havt um hendi at halda reint.
Eg má siga tað, at hennara partur liggur ikki eftir. Hon hevur røkt sítt starv so væl, gingið høgt uppí sínar uppgávur og ein skal eisini hugsa, at hetta eru meiri enn 40 ár í sama starvi. Tað er eingin, sum veit, hvussu nógvir tímar og dagar liggja aftanfyri hetta starvið øll hesi árini. – Kitty… eingin kirkja, uttan kirkjutænara!
Kæra Kitty, vit øll siga tær stóra tøkk fyri tín gerning í kirkjuni, takk – og Guðs signing.
Páll hevur havt fleiri uppgávur í kirkjuni. Hann hevur sitið í kirkjuráðnum øll hesi árini, havt ymiskar uppgávur, eitt nú verið kassameistari, tiltaksklokkari í eitt mannaminni, gartnari og annars viðlíkahildið kirkjuna so sera væl. Tað hevur verið ein fragd at síggja, hvussu nærlagdur hann hevur verið.
Tað eru ikki nógvir dagar í árinum, ein koyrir framvið kirkjuni, at ikki Páll gongur í garðinum við sláimaskinu, spaka, rívu ella stendur hann ovast í einum stiga, undir kirkjuvegginum og málar.
Runnarnir framvið vegginum – aðru hvørja ferð Fuchsia og Potentilla – eru so vælkliptir og vakrir, jú Páll hevur grønar fingrar.
Kirkjan stendur fyri stórari umvæling og hetta hevur Páll verið við til at seta í verk.
Páll er lærdur bankamaður og hevur hann havt roknskapin hjá kirkjuni. Tað hevur verið ein stór uppgáva og er farið við nógvari tíð, men Páll hevur altíð verið punktligur og samvitskufullur, so roknskapurin er altíð komin inn, – áðrenn ásettu tíð.
Ein skal hugsa at Páll lærdi, áðrenn nýggju tøknina, men tað hevur ikki hildið honum aftur í at fáa sett roknskapin upp.
Páll hevur ansað eftir hitanum í kirkjuni til øll tiltøk, sum hava verið og at teleslyngurnar eru løddar til hvørja handling í kirkjuni. Hetta gongur hann høgt uppí.
Góði Páll, vit siga tær tøkk fyri tín gerning í kirkjuni – takk og Guðs signing.
Góðu Kitty og Páll.
Í meira enn fjøruti ár hava tit hvør á sín hátt tænt Vágs kirkju við trúfesti, arbeiðssemi og umsorgan. Nógv av tí, tit hava gjørt, hevur kanska ikki altíð verið sjónligt – men tað hevur verið merkt. Og í dag verður tað eisini sætt og heiðrað. Hjartaliga tøkk fyri tykkara stóra gerning. Og Guðs ríka signing veri við tykkum báðum.”



Facebook viðmerkingar